Tíðindaskriv
Kappingin snýr seg um við báðum ørmum strektum at halda einum dreggi so leingi sum møguligt. Tann sum heldur dregginum longst hevur vunnið kappingina.
Tað sær ikki torført út, men tá ein lítil løta er fráliðin, so byrjar møðin at vísa seg og spurningurin um styrki og áhaldni kemur inn.
Hetta sást eisini í fjør, tá fleiri máttu gevast áðrenn tveir minuttir vóru gingnir. Tó vóru nakrir sum hildu á til væl yvir tveir minuttir. Tá umleið tveir og ein hálvur minuttir vóru gingnir stóðu tveir persónar eftir.
Endaliga úrslitið gjørdist, at Bjørn Kallsoy vann kappingina við at halda dregginum longst. Næstur honum kom Jákup Jacobsen, hvørs styrki gekk undan áðrenn sterki Bjørn Kallsoy, kundi lyfta hendurnar í sigri.
Spennandi verður at vita, um vinnarin frá í fjør aftur fer at dystast í ár.
Hendan kappingin hevur havt mangan sterkan mann á palli. Eitt nú hevur Karstin Hansen, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, staðið sum sigursharri í hesi kapping, eins og Óli Skarðenni vant úr mótstøðumonnunum fyri nøkrum árum síðan.










