Hvør glaðari enn onnur

Ongantíð hevur tað verið stuttligari at gingið millum flogbóltskvinnurnar við mikrofonini, enn tað var tað leygardagin, tí allar vóru so ovurfegnar og glaðar, sum tú bara fært verið tað, tá tú fyrst hevur verið í vanda fyri at mist alt – og síðani vinnur alt

Tað var ein ótrúlig løta, ið staðfesti endan á oyggjaleikunum leygardagin, tá føroysku flogbóltskvinnurnar stóðu ovastar á sigurspallinum og tóku ímóti klappi og rópi frá teimum ótrúliga góðu áskoðarunum, ið høvdu verið við til at borið tær fram í meiri enn tveir tímar gjøgnum øll fimm settini í Baltic-høllini í Mariehamn.

Ein fyri og onnur eftir fingu tær fyrst gullmerkið hongt um hálsin, ein útstappaðan kóp og síðani eitt heitt lógvatak sum viðurkenning fyri best hugsandi endan á leikunum í Álandi. Og tað var veruliga gleði og frøi, ið sást aftur í øllum andlitunum.

– Hetta er bara so deiligt. Eg trúði tí ikki, at vit skuldu vinna tann síðsta bóltin, men tað gekk. Tað sló bara klikk í høvdinum á okkum, men so tóku vit eitt »time-out« og komu sterkt aftur. Hetta var so spennandi, tí bæði liðini spældu líka, men vit vóru sterkari, segði Annika á Stongum.

Eisini Karin Mikkelsen ásannaði, at dysturin hevði verið ótrúliga spennandi: – Nógv stóð á okkum, so tað var ótrúliga gott, at vit kláraðu tað. Vit vóru øgiliga skuffaðar eftir byrjanina hjá okkum, tí hetta var so óáskoðaravinarligt, at hetta máttu vit gera betri. Eg haldi, at Saaremaa kann knekkast í so lætt, tá trýst verður lagt á, tí tá vit fingu minkað um feilirnar hjá okkum, sóu vit, at tær ikki kláraðu at standa ímóti, segði hon.


Gull sum gávu

Fyri Helgu Guttesen mundi gullið kennast sum ein eyka føðingardagsgáva, tí leygardagin fylti hon 21 ár. Hon hevur undir leikunum drigist við skaða í rygginum, sum hon fekk í upphitingini til ein av fyrstu dystunum, og í sjálvari finaluni fekk hon ikki spælitíð: – Tað var ræðuligt at standa uttanfyri, so spennandi, sum heta var. Vit taptu fyrsta settið so syngjandi, men tíbetur kláraðu vit at taka okkum saman og vinna at enda. Hetta var heilt ótrúligt, segði hon.

Sólvá Dimon, ið fleiri ferðir undir finaludystinum vísti, hví hon hevur spælt í bestu svensku deildini og helst heldur fram í tí bestu donsku, var ovurfegin: – Vit kundu ikki fingið eina betri finalu. Vit byrjaðu bara so illa, men so vendi tað tíbetur hjá okkum, segði hon.

Ein av royndastu spælarunum á liðnum, Helen á Lakjuni, fekk ein avgerandi leiklut, tí hon átti seinastu servuna í dystinum, ið endaði við, at Føroyar fingu avgerandi stigið, ið tryggjaði sigurin: – Hetta er ordiliga deiligt og ein góð kensla. Hetta var øgiliga spennandi, og vit vistu, at vit fóru at fáa harða mótstøðu. Eftir fyrsta settið vistu vit, at vit dugdu betur enn so. Vit fingu at vita, at vit skuldu gloyma allar feilirnar og fara inn at gera tað, sum vit duga, og tað gjørdu vit so, segði Helen.