Hvør gav loyvi til at søkja A.P. Møller?

Bill Justinussen spyr Rigmor Dam, um tað var við loyvi frá landsstýriskvinnuni, at søkt varð um stuðul frá A.P. Møller grunninum til sjónbandasavnið?

Bill Justinussen, løgtingsmaður, setir í munnligum fyrispurningi Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, nakrar spurningar um sjónbandasavnið hjá Kringvarpinum. Løgtingsmaðurin vil hava at vita, hvussu nógv tað kostar at bjarga sjónbandasavni Kringvarpsins, og hvussu landsstýriskvinnan ætlar at bjarga savninum?

 

- Var tað við loyvi frá landsstýriskvinnuni, at søkt varð um stuðul frá A.P. Møller grunninum - og ætlar landsstýriskvinnan at loyva, at tikið verður ímóti gávuni?

 

Bill Justinussen spyr eisini Rigmor Dam, um tað eru onnur øki undir málsræði landsstýriskvinnunar, sum lutvíst verða fíggjað við gávum úr útlendskum grunnum? Hann vísir á, at tíðindini um, at A.P. Møller grunnur nú skal bjarga sjónbandasavni Kringvarpsins, komu sum ein skelkur í farnu viku.

 

- Sjónbandasavnið er ogn hjá Kringvarpinum og tann vegin hjá Føroya fólki saman við rættindahavarunum. Í longri tíð hava ætlanir verið frammi um at játta pening á løgtingsins fíggjarlóg at tryggja, at sjónbandasavnið verður varðveitt.

 

Bill Justinussen sigur, at ætlanin var at varðveita sjónbandasavnið á sama hátt, sum bandasavnið undir heitinum “Savnsgull” er varðveitt - við peningi av landsins fíggjarlóg.

 

- Men, nú ein gáva úr útlandinum skal fíggja varðveitsluna av sjónbandasavninum, stendur undirritaði undrandi um landsins almennu ætlan hesum viðvíkjandi.

 

Løgtingsmaðurin vísir á, at fyri nógvar føroyingar kann tað kennast avbjóðandi at taka ímóti gávu frá útlendskum gevara at fíggja eina uppgávu, sum sjálvsagt skal fíggjast umvegis landsins fíggjarlóg.

 

- Spurningurin, sum stendur eftir, er: Hvørjar aðrar almennar uppgávur, sum ilt er at finna politiska semju um at fíggja, kunnu hugsast og loyvast at søkja um peningaliga hjálp uttanífrá til. Hevur samgongan nakran politikk á hesum øki, spyr Bill Justinussen.