- Sum mangan áður ført fram, so er sjálv grundhugsanin í eini “effort-skipan”, sum fiskidagaskipanin er, at ikki er neyðugt at stilla skipanina við at broyta fiskidagar ár um ár.
Tað sigur Fiskidaganevndin í sínum tilmæli um fiskidagar fyri komandi fiskiár, sum nevndin læt landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, týsdagin.
- Tað er ein sannroynd, at fiskidagarnir eru munandi skerdir hesi stívliga 20 árini, sum vit hava havt fiskidagaskipanina. Flotin hevur tí verið noyddur at tillaga seg hesar fyritreytir. Henda tillaðing er týðilig við stóru minkingini av skipum og bátum, sum eru aktivir í fiskivinnuni, umframt at skipini hava tillagað seg ymisk veiðiøkir og ymisk fiskasløg.
Fiskidaganevndin vísir á, at henda tillaðing hevur verið neyðug fyri, at flotin so dánt hevur kunna hórað undan. Nú náttúruviðurskiftini aftur eru við, gevur tað fiskimonnum mót upp á framtíðina - at tað aftur fer at loysa seg at dríva fiskiskap eftir botnfiski við Føroyar.
- Tá flest allir skipabólkar hava tillagað seg broyttu fyritreytirnar við skerjingini av fiskidøgum seinastu árini, síggja fiskimenn nú ljósari upp á framtíðina, har hvør fiskidagur kemur at kasta meira av sær og geva frægari inntøku til skip og manning.
Fiskidaganevndin er av teirri greiðu fatan, sum byggir á samrøðukanning og aðrar kanningar, at støðan hjá botnfiskastovnunum undir Føroyum verður ikki ávirkað skeiva vegin av verandi skipan. Tikið verður eisini við í metingina, at náttúruviðurskiftini eru við okkum, og fiskimenn lata væl at støðuni hjá botnfiskastovnunum.
- Dagarnir, sum vórðu tiknir úr skipanini fiskiárið 2016/2017, tí teir skuldu verða ein buffari, skulu inn aftur í skipanina - til teir bátar og skip, sum tikið varð frá, verður lagt aftrat.
Fiskidaganevndin er mannað við Hjalmari Hansen sum formanni, Rúnu Hjelm, næstforkvinnu, Dánjali í Skálum (partrolarar), Bjarna Kass (trolbátar), Sámali Debes (Meginfelag Útróðrarmanna), Hálvdan Gudmundsen (Felagið Línuskip) og Sámali Poulsen (Føroya Fiskimannafelag). Skrivari í nevndini er Hertha Olsen.