Hvør er til fyri hvønn?

Eru dagstovnarnir/røktarnir til fyri børnini ella eru børnini til fyri dagstovnarnar/røktararnar?

Margreta Dam, Argir

Eg var eitt ørindi á einari skrivstovu fríggjadagin. Eitt 5-6 ára gamalt barn sat og spældi game-boy.
»Ráðleggingardagur« segði skrivstovudaman umberandi.
Eg eri so fegin um, at synirnir ganga á einum stovni, ið hevur skilt tað rætt.
Hann er til fyri børnini.
- Starvsfólkið leggur ráð uttan fyri mína arbeiðstíð!