Hvør er skommin Ingeborg?

– Hetta er stór vanærulig skomm!

Soleiðis fullu orðini hjá Inge­borg Vinther í sambandi við, at fugl­firð­ing­ar ikki ætl­aðu sær at akt­a Før­oya Ar­beið­ara­fel­ag, sum noktaði at landa ís­lendsk skip, tí verk­fall var í Ís­landi.
Ingeborg Vinther segði, at »hetta er ein ræðulig gerð hjá ar­beið­ar­a­fel­øg­u­num í Fugl­a­firði og ein stór van­æru­lig skomm fyri tey«.
At hetta eru hørð, orð kunnu øll sanna. Onkur les­ari hev­ur tó vent sær til okk­ara og spurt, hvar hørðu orð­ini hjá Ingeborg Vinth­er vóru, tá Føroyar Ar­beið­ara­fel­­ag stuðlaði Føroya Fiski­­mann­­a­­fel­­ag við at taka tey mest grund­­­­leggj­andi fak­­fel­­ags­­rætt­­­indini frá Olafi Jo­han­­sen, sála, tá hann van­­æru­­liga varð sparkaður til hús av ó­røtt­um.
– Tað var ein van­­æru­lig skomm, sum Ing­e­borg Vinth­er átti at á­­tal­að. Men tað hev­­ur hon ikki gjørt!