Hvør er pínligur?

Fyri nakað síðani skipaði danska stjórnin fyri einum sokallaðum bankapakka, sum skuldi hjálpa bankunum, um teir komu í trupuleikar, nú fíggjarkreppan ger um seg. Føroysku bankarnir, sum eru partar av danska fíggjarkervinum, fingu loyvi at verða við í hesi skipan. Hetta er ikki bara fyri okkara skuld, og kemur ikki bara okkum til góðar, tí, sum sagt, okkara fíggjarkervi er partur av tí danska

Seinri er so danska stjórnin komin við enn einum pakka, at hjálpa bankunum við. Eftir umbøn frá landstýrinum, varð biðið um loyvi at luttaka í teimum samráðingum, sum fóru fram, hesum viðvíkjandi, men hetta var sýtt okkum, hóast hetta upprunaliga var lovað okkum, og hóast føgru orðini um ”lige værdige parter”.

 

Tá Høgni Hoydal setti forsætisráðharranum fyrispurning hesum viðvíkjandi, gjørdist Edmund Joensen, sum ikki einaferð, óður og fór í part við dønum, sum hann er vanur, og háðaði okkara umboð, og tók fult undir við, at vit føroyingar hava einki at gera við samráðingarborðið, hóast lyftir vóru givin um hetta. Sostatt gekk Edmund Joensen enn einaferð ímóti ynskinum hjá bæði landsstýrinum og sambandsløgmanninum. Um tað ikki er pínligt, so veit eg einki. Í bløðunum samanlíknar hann lánið, sum vit góvu íslendingum við bankapakkan, sum als einki hava við hvørt annað at gera.

 

Vit minnast øll, tá Edmund kallaði inn til tíðindafund, og fekk løgmann at hoppa uppá hansara bluff, at nú hevði hann, Edmund, ruddað sló fyri, at Føroyar kundu sleppa inn í ES – sjálvandi sum danskur landslutur!!! Var tað ikki pínligt bæði fyri løgmann og fyri alt føroya fólk, at ein sum vil takast í álvara, og er valdur til at umboða okkara land millum aðrar tjóðir, kallar inn til slíkt fjas???

 

Edmund er valdur inn á danating at umboða Føroyar og føroyingar, men higartil hevur hann ikki gjørt annað enn runnið ørðindir fyri Fogh og donsku stjórnina, og gjørt alt tað hann kann, at vera ímóti Føroyum og føroyingum.

 

Vit minnast øll, tá hann stuðlaði forboðið fyri hvalaveiði í suðurhøvum, nakað sum danski ráðharrin harmaðist um. Nú er reistur ein fyrispurningur á danatingi um grindadráp her á landi, og skal tað ikki undra meg, at Edmund enn einaferð fer í part við dønum í hesum málinum, og finnur so okkurt hann kann brúka at svína Høgna út við.

 

Eg veit ikki hvat Edmund Joensen tekst við í Keypmannahavn, tá hann er í Fólkatinginum, annað enn at sita og krympa tær, men tað kemur mær fyri, sum hann gongur á skeiði hjá fívlunum báðum Rolf Guttesen og Virgari Dalsgarð.