Elisabeth Myllhamar
?????????????????
Tað er altíð gott, at fáa eitt herðaklapp, eg havi ongantíð áður skrivað eitt lesarabræv, tað býður mær hart ímóti, men eg føli meg at hava skyldu til at gera eina viðmerking til hetta sparkið, hetta viðkemur jú okkum øllum tjóðveldisfólkum, eisini her í bygdini, tað kemur sum eitt sjokk fyri meg, eg sum veit, at vit tjóðveldisfólk altíð hava verið so positiv.
Eg skilji ikki hvat endamálið við einari sovornari útspilling er av ósekum fólki, tú sigur at vit øll tjóðveldisfólk hava gjørt okkum fyri skommum, men ikki nær og hvar, tað er ein ógvuliga grov ákæra móti so nógvum persónum, tú skal minnast til eitt, at tað verður ímillum 25-30 fólk her í bygdini til síðsta val, eg haldi ikki at øll hesi vilja hava hetta sitandi á sær. Tað kann ikki kastast tær og mær fyri, at ein politikkari aðrastaðni í Føroyum ger eina viðmerking um, at systemið ikki riggar, fyri tað kann ein ikki loyva sær, at trakka ein heilan flokk niður í lortin.
Tað hoyrist ikki nakað frá tykkara politikkarum, teir eru nokk blivnir fyri tykkum, sum tey heilagu neytini í India, síðan teir komu í samgongu.
Skal eg vera púra erlig, et hetta lesarabrævið hjá tær ikki borðbært at senda út í hvønn krók í Føroyum, av einum slíkum persóni sum tær.
Ja, Sólrun, sum tú sjálv sigur stendur í Jákup brævið:
Tungan er lítil í vavi, men tá hon fer til verka, kann hon fáa nógv frá hondini og sjálvdan verður tað til uppbyggjan av sál og likami.
Sig so ikki, at bíblian ikki kann brúkast til alt, bæði at byggja upp við og bróta niður, bara hon vendir tann rætta vegin.