Hvør er lættast at skapa, tann góði ella tann óndi?

Tá Lene Kaaberbøl hevði givið næmingunum góð ráð, til hvussu tey skulu skriva, var høvi hjá børnunum, at spyrja rithøvundan spurningar, og tey smæddust ikki burtur

Hvør er lættast at skapa, tann góði ella tann óndi?
- Eg haldi, at tað er ringast at skapa tann ónda. Tað hevði verið lætt, um tað var ein persónur, sum var gjøgnumført óndur. Men tað skal helst vera ein sum er óndur, men sum man skilir eitt sindur allíkavæl, fyri at tað skal vera ein trúverdur persónur. Tað er ringast at seta seg inn í hví Drakan er, sum hann er.
Samstundis er tann óndi ofta ein sera týdningarmikil persónur í søguni. Tað er hann, sum setir søguna í gongd, og hon endar tá hann doyr. Og kann heldur ikki enda, fyrr enn hann doyr.
 
Hvar kom hugskotið til skammaraeyguni frá?
- Hatta hevði tú ikki noyðst at spurt um, um tú hevði møtt mammu míni.
Tá eg var lítil, kundi eg slett ikki lúgva fyri mammu míni. Um eg hevði gjørt okkurt, sá hon tað á mær. Hon sá, um eg royndi at lúgva, so segði hon Hygg uppá meg, tá eg tosi við teg. Eg var 15 ella 16 ár, áðrenn tað eydnaðist mær, at snýta mammu mína. Tí tað er ótrúliga ringt at lúgva, tá man hyggur í eyguni á fólki.
Í skammararøðin valdi eg at gera hetta til eina gávu. Tann einasti sum hon ikki virkar uppá er Drakan, tí hann er tað, sum vit høvdu kalla psykopatur, tí hann følir slett ikki skomm. Hann dugir ikki at síggja, at hann hevur gjørt nakað skeivt.
 
Hvussu veitst tú, at drekar skulu vera við?
- Tað er tí, at mær dámar væl drekar. Men eg haldi, at tað er týdningarmikið, at teir eru realistiskir. Mínir drekar eru lutfalsliga lítlir, eini 7-8 metrar, men teir kunnu ikki flúgva. Um ein sovorðin dreki skuldi kunna flogið, høvdu veingirnir skula verið 300 metrar langir, og tí kunnu mínir drekar ikki flúgva.
Eg havi eisini hugt eftir djórum, sum líkjast drekum, sum hava livað, og sum liva enn, og fingið mínar drekar at líkast teimum.
 
Koma fleiri bøkur um børnini hjá skammaranum?
- Nei, tað koma ikki fleiri, tí tann óndi ger av, nær søgan endar. Søgan endaði, tá Drakan doyði. Eg kundi sikkurt funnið uppá ein nýggjan skálk, og latið søguna hildið fram, men tað fari eg ikki at gera.
- Men tað kemur skjótt ein nýggj bók, sum eitur "Skyggeportene", um eina gentu sum eitur Anna, sum ikki dugir at tosa. Hon kemur út í Danmark 11. oktober, men eg veit ikki nær hon kemur á føroyskum.
 
Nær fert tú at hava ein drong sum høvuðspersón?
- Davin er saman við Dinu høvuðspersónur í teimum trimum síðstu bókunum í Skammararøðini. Men kanska verður tað skjótt, at ein drongur verður høvuðspersónur einsamallur, tí eg eri byrjað at hugsa um eina varúlvasøgu.
 
Lesur tú tínar egnu bøkur?
- Nei, í øllum førum ikki fyrr enn langt aftaná at tær eru komnar út. Men um eg skal skriva ein 3-ara í ein røð, er tað eitt gott hugskot at lesa hinar báðar bøkurnar, áðrenn eg fari í gongd.
 
Følir tú teg kenda?
- Nei, vanliga geri eg ikki. Men onkuntíð kemur onkur yvir til mín og spyr, um eg eri Lene Kaaberbøl. So vilja tey kanska takka fyri nakrar góðar bøkur, og tá føli eg meg eitt sindur meira kenda.