Í kvøld verður avdúkað hvør er heimsins best fótbóltsspælari í 2012. Valið stendur millum Lionel Messi, Cristiano Ronaldo og Andres Iniesta.
Tað er altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, og franska tíðindaritið, Franch Football, sum standa fyri tiltakinum. Tey, sum atkvøða eru landsliðsvenjarar, landsliðskiparar og ítróttarjournalistar.
Umframt ársins spælara hjá monnum, so verður ársins spælari hjá kvinnum, ársins venjari, ársins mál og ársins lið eisini kosið.
Tiltakið verður í kvøld í sveisiska býnum Zurich.
Hvør heldur tú skal vinna FIFA Ballon d'Or 2012?
Her er eitt yvirlit yvir allar vinnararnar av Ballon dOr frá 1956 fram til í fjør:
2011 - L Messi
2010 - L Messi
2009 - L Messi
2008 - C. Ronaldo
2007 - Kaka
2006 - F.Cannavaro
2005 - Ronaldinho
2004 - A. Shevchenko
2003 - P. Nedved
2002 - Ronaldo
2001 - M.Owen
2000 - L. Figo
1999 - Rivaldo
1998 - Z. Zidane
1997 - Ronaldo
1996 - M. Sammer
1995 - G. Weah
1994 - H. Stoitchkov
1993 - R. Baggio
1992 - M. Van Basten
1991 - J-P. Papin
1990 - L. Matthaeus
1989 - M. Van Basten
1988 - M. Van Basten
1987 - R. Gullit
1986 - I. Belanov
1985 - M. Platini
1984 - M. Platini
1983 - M. Platini
1982 - P. Rossi
1981 - K-H. Rummenigge
1980 - K-H. Rummenigge
1979 - K. Keegan
1978 - K. Keegan
1977 - A. Simonsen
1976 - F. Beckenbauer
1975 - O. Blokhin
1974 - J. Cruyff
1973 - J. Cruyff
1972 - F. Beckenbauer
1971 - J. Cruyff
1970 - G. Müller
1969 - G. Rivera
1968 - G. Best
1967 - F. Albert
1966 - B. Charlton
1965 - Eusebio
1964 - D. Law
1963 - L. Yashin
1962 - J. Masopust
1961 - O. Sivori
1960 - L. Suarez
1959 - A. Di Stefano
1958 - R. Kopa
1957 - A. Di Stefano
1956 - S. Matthews