ATHEN
Mentan
Athen og Grikkaland er vøggan hjá stórum parti av vesturlendsku mentanini. Tað er nógv áhugavert at síggja. Gamli býarparturin Plaka við kenda Akropolis og templinum Parthenon, Dionysosteatri og fleiri onnur søvn, ið eru sera spennandi at vitja.
Shopping
Økið Kolonaki í Athen er gott til shopping. Har finnur tú handlar sum Diesel, Benetton, Zara og Guess. Bæði bíligar ketur og dýrir merkishandlar eru í hesum øki.
Gjaldoyra
Evra
Mál
Grikst
Hiti
Í Athen er sera heitt um summarið og roknast kann við umleið 30 hitastigum í juli.
Íbúgvar
í Athen eru umleið 3,5 milliónir íbúgvarar.
Matur
Griski maturin er góður. Nógvir kendir rættir eru komnir á okkara leiðir – til dømis souvlaki, tsatziki, moussaka, gyros og osturin feta, ið verður nógv brúktur í salatum. Fiskur og høgguslokkur verða eisini nógv etið og eru ofta at finna á matarkortinum.
Alment um býin:
Athen er ein sera áhugaverdur býur við sínum søguligu støðum, men har er skitið. Luftin er vánalig, og tí havi eg ongantíð steðgað har meira enn nakrar dagar, áðrenn eg havi ferðast víðari út á oyggjarnar uttanfyri. Havnabýurin Pireus er nú partur av Athen, og haðani ber til at ferðast til so at siga allar oyggjar í griska skergarðinum.
BARCELONA
Mentan
Antoni Gaudi er maðurin handan kendastu bygningarnar í Barcelona. Kirkjan Sagrada Familia, ið hann ikki náddi at fáa liðuga (og sum enn er í gerð), húsini Casa Batllo, Casa Milá og parc Guell eru sera áhugaverd og fantastiska vøkur!
Shopping
Sponsku merkini Zara og Mango eru at finna á nógvum støðum í Barcelona. Eitt gott tipp er kanska at byrja niðri við kaina og vitja nýggja sentrið Maremagnum, og síðani spáka niðaneftir La Rambla og vitja økini har rundanum.
Gjaldoyra: Evra
Mál: Spanskt
Hiti: Tað er heitt í Barcelona um summarið . Ger tú sum spaniólar og tak tær eina siesta mitt á dagin.
Íbúgvar
Í Barcelona búgva umleið 1,5 milliónir fólk.
Matur
Tapas, paella og so tær lekru skinkurnar Prosciutto og serrano mugu roynast í Barcelona. Vitja gjarna søluhøllina La Bocqeria og keyp okkurt við tær heim.
Alment um býin:
Barcelona er ein sjarmerandi býur, sum er passaliga stórur at spáka í. Strondin mitt í býnum ger, at tað ber til at shoppa um morgunin, og síðani leggja seg at sóla sær seinni um dagin. Seinastu árini eru sera nógv ferðafólk komin til býin, og summi vilja verða við, at Barcelona hevur mist sína sál og er vorðið eitt uttandura savn fult av ferðafólki.