Hvør eigur vísindini?

Sjálvt um nógvar umsóknir eru latnar inn, ja, so hevur eingin ”copyright´a” vísindina. Hon er rætt og slætt ikki møgulig at krevja hvørki upphavs- ella ognarrættin til

Menniskjan hevur góðan eginleika at kunna tilogna sær kunnskap og verða ríkað av hesum ósjónliga ríkidømi (vísindi). Hesin ríkdómur gerst ein ampi, tá vit hevja okkum upp um hvønn annan í mun til, hvussu nógv kunnskaparríkidømi, ein hevur, ella hvussu ríkidømið skal nýtast.

Vísindini eru eins og ein bátur uttan motor á opnum havi. Treytin fyri vísindaligum framburði er, at báðar árarnar – forvitni og intellektuellur eyðmjúkleiki – verða nýttar, eins og tær hava verið nýttar í mong 100 ár. Við einari ár verður bert siglt í ring, og framburðurin verður av ongum.

Nú gamla og spennandi orðaskiftið um vísindi og menningarlæru er í hæddini, er endamálið við hesi grein at varpa ljós á tørvin á intellektuellum eyðmjúkleika, har orð Sokrates eru fyrimyndarlig: ”Tað, eg veit, er, at eg ikki veit”. Sokrates var somikið at sær komin, at hann var erligur nokk til at ásanna, at hansara kunnskapur – sum vit halda vera mikið stórur – bert var ein evarska lítil partur av øllum kunnskapi og vísdómi.

Eyðmjúkleikin yvir fyri tí ókenda syrgir fyri, at vit ikki oyðileggja kunnskapsvegin, vit ganga á. Vísindini eru nevniliga ikki ein bulldosari, men heldur ein spaki, ið nýttur verður at grava eftir svarum. Men freistingin er, at vit vilja nýta vísindini sum ein bulldosara fyri at koyra hvønn annan yvir. Úrslitið verður, at vísindini verða tann líðandi undir maktkampi menniskjans.

 

Copernicus umaftur?

Vísindini hava als ikki havt løtt kor upp ígøgnum tíðirnar. Ymiskar mentanir og heimsáskoðanir hava mangan staðið ímóti og misnýtt vísindini. Vísindamaðurin Nicolaus Copernicus (1473-1543) stóð sera einsamallur í sínum kollveltandi sjónarmiði um, at jørðin ikki var miðdepilin í alheiminum. Men tíbetur sigraðu vísindini, og í dag nýta vit gott av hesum frambroti. Myndin í dag er heldur øðrvísi, men søgan endurtekur seg mangan.

Norski professarin, Peder Tyvand, rópar nú varskó, nú fakfólk, ið seta spurnartekin við menningarlæruna (nýdarwinismuna), hava sera torført við at fáa starv (innan ávís fakøki) sum lærarar/granskarar við Universitetið í Oslo. Hvat er tað, sum hendir? Kundi tað verið Copernicus umaftur? Anti-Copernicus-hugburðurin sigur, at ein skal helst seta nógvar spurningar, men spurningarnir skulu bara ikki beinast mótvegis egnum hugsjónum og meiningum. Eitt er greitt, og tað er, at sonn vísind gevur ongum persóni og ongari ávísari hugsjón grið. Hví skulu so sjálvútnevndir talsmenn (og kvinnur) vísindarinnar krevja grið og frið, tá vísindin ikki gevur tað?

Jú, sagt verður, at menningarlæran er prógvað, og tí er óneyðugt at seta spurningar longur. Punktum. Finish. Hurðin er latin aftur!

Ein fær ta fatan, at ein er sera tornamur, um ein ikki luttekur í tí stóra kóri. Men at ein teori skal vera prógvað, og at punktum er sett, merkir ikki, at ein ikki kann spyrja og møguliga hava eina aðra meining. Ella hvat? Ótolsemið hjá sjálvútnevndu talsmonnum vísindarinnar kundi týtt upp á, at onkur hevur burturført tað sonnu vísindina. Tað kann sýnast sum at sanna vísindin er vorðin hertikin og verður nýtt sum amboð hjá teimum, ið møguliga ikki hava vísindalig motiv.

 

Hvar er so vandin?

Hví gerast summir talsmenn vísindarinnar frá sær sjálvum, tá aðrar lærur sum t.d. skapanarlæran ella ID-læran (Intelligent Design) verða viðgjørdar í orðaskifti? Tað, hesar lærur hava til felags við menningarlæruna, er:

Tær byggja á trúgv og ikki empiriska próvførðslu

Tær kunnu nýtast sum forkláringsmodell, har vísindin ikki hevur gjørt greiða niðurstøðu

Ein skuldi trúð, at slíkar lærur sum skapanarlæran og ID-læran vóru størsti vandin fyri sonnum vísindaligum frambrotum. Men tað er ikki har, veruligi vandin fyri sonnu vísindina er. Forðanin fyri sonnum vísindaligum frambrotum er trongskygni og intoleransa frá pørtum av tí sera tungu, etableraðu kunnskapselituni, ið hevur skift spakan út við bulldosaran.

 

Niðurbindingin

Eitt føroyskt dømi um niðurbinding og intellektuella niðurgerðing av annarleiðis-hugsandi er annars áhugaverda greinin hjá Pól á Kletti (PáK) í Dimmu 11. februar undir heitinum: ”Eitt barn er okkum føtt og ein apa okkum givin”. Í teiginum ”Tey útbúnu ivast ikki”, kemur PáK við uppáhaldi, ið skakaði mín lítla kunnskapsheim. Sjálvur eri eg útbúgvin innan náttúrufrøðiliga økið, og mín sann um eg ikki samstundis eri ivandi til menningarlæruna (makro-menning)?! Sambært PáK ber tað jú ikki til. Hetta merkir, at antin eri eg ikki útbúgvin, ella so er okkurt skeivt við mær, um eg ivist (tvs. eri veikur í darwinistisku trúnni). Til mína stóru gleði kom bjargingin úr hesum dilemma – at vera útbúgvin og samstundis ivandi – nakrar reglur seinni, tá PáK sigur: ”Verða íhaldssinnað og trábeitt gudstrúgvandi fólk roknað frá, eru tað fá útbúgvin fólk, sum ivast, at allar verur eru broyttar á ymsum menningarstigum, og at hesar broytingar hava verið náttúrutreytaðar.” Sitat endað.

Í yvirskriftini sigur hann, at eingin við útbúgving ivast í menningarlæruni. Síðan broytir PáK nærmast meining og sigur, at tað eru tveir bólkar, ið ivast, og tey eru antin gudstrúgvandi ella bara ivandi. Lukkutíð fann eg nú onkran ”trúðarfelaga”, sum eisini er veikur í darwinistisku trúnni. Ikki tí ein ynskir at vera veikur í trúnni, men tí ein enn einki hevur funnið at byggja sína trúgv á. Grundleys trúgv er jú lívleys trúgv. Nú var eg brádliga ikki heilt einsamallur, hóast alt. Tað ljóðar, sum PáK tekur synd í hesum fáu men vælmentu apum, sum ikki trúgva menningini frá amøbu til menniskja, men trúgva ímóti sínum uppruna.

 

Kórið má syngja reint

At minimalisera og skumpa tey ”órógvandi” út av tromini á henda hátt er óivað ein góður háttur at kalibrera tað etableraða felagskórið. Tað er jú neiligt at hava hasar følsku og órógvandi tónarnar við. Trupulleikin er bara, at sanna vísindin ikki letur seg taka til fanga, sum PáK næstan hegnisliga roynir í greinini. Vísindin lurtar gjøgnum fongsulsrimarnar eisini eftir teimum fáu og løgnu, sum vilja koma við ískoyti, ið møguliga kundi verið til gagns fyri vísindina. Upp á ein máta er vísindin eins og kærleikin, hon trýr øllum..., áðrenn niðurstøður verða gjørdar.

Um PáK heldur, at vísindin er demokratisk, har meirilutin ræður yvir minnilutanum, so eri eg bangin fyri, at hann fer skeivur. Søgan vísir okkum, at vísindin tíbetur ikki tekur hædd fyri menniskjans flokkadrátti. Í fleiri førum hevur vísindin havt best kor hjá teimum fáu, sum við forvitni og intellektuellum eyðmjúkleika brúktu sín spaka og ikki bulldosaran.

 

Manglandi mótprógv

PáK kemur eisini við spennandi argumenti, ið er ætlað at styrkja um trúðvirðið hjá menningarlæruni. Eitt er púra vist, og tað er, at eftirspurningurin eftir veruligum argumentum og prógvum fyri menningarlæruni (makro-menning) er munandi størri enn útboðið. Tað kundi jú verið, at argumentið hjá PáK kundi styrkt okkara manglandi trúgv á menningarlæruna? Og argumentið, ið PáK kemur við, er...: manglandi mótprógv av menningarlæruni! Hvat? Jú, tú hoyrdi rætt. Argumentið, ið styrkir trúðvirðið á menningarlæruni, er sambært PáK, at læran enn ikki er vorðin mótprógvað. Segði nakar empirisk (próvbar) vísind? Eg síggi fyri mær Darwin, har hann skriðar sær í nakkanum og undrast yvir hetta heldur veika argumentið. Verður manglandi mótprógv argument, ið talar til fyrimuns fyri menningarlæruni? PáK kemur ikki undan vísandaligu próvbyrðuni við at ákæra mótpartin fyri manglandi mótprógv!

Víðari ger PáK nakrar eygleiðingar av náttúruni og nevnir m.a. arvalæru/ílegur (gen), úrbregði (mutatiónir) og týdningin av dna-mýlinum. Alt hetta er lívfrøði á barnaskúlastøði, og gott er tað. Hesin kunnleiki hvørki váttar ella avsannar nakra vísind, teori ella trúgv. Tí verður tað heilt av kós at brúka henda grunnleggjandi lívfrøðikunnskap til inntøku fyri menningarlæruna.

Lat vísind vera vísind og menningarlæru menningarlæru – vísindin hevur tað best, tá kortini ikki verða blandað.

 

Lat vísindini fáa frið, hon veit best sjálv

Sjálvt um nógvar umsóknir eru latnar inn, ja, so hevur eingin ”copyright’a” vísindini. Hon er rætt og slætt ikki møgulig at krevja hvørki upphavs- ella ognarrættin til. Eg veit, tað er freistandi, men lat freisting vera freisting. Tí er tað sera týðandi, at vit – lærd sum ólærd – fara væl um vísindina og verja hana frá áhaldandi kvettroyndum.

Lat bulldosaran standa og nýt heldur spakan.

Við vísindakvøðu