Helgi Abrahamsen
Tummas Justinussen, reiðari, gjørdi í samrøðu við Sosialin í farnu viku viðmerkingar til málið um Atlantic Navigator og um fiskivinnupolitikkin yvirhøvur. Samrøðan avdúkar, at hann hevur ikki sett seg nóg væl inn í uppskotini, sum eru komin frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, men tað skal eg ikki koma inná í hesum samanhanginum.
Tað sum harafturímóti fær meg at gera hesa viðmerking, er tað sum hann sigur um eina ávísa skipasølu, har eg haldi, at hann blandar tingini saman.
Tað er avgjørt ikki mín fatan, at føroyingar eru ímóti, at reiðarar fáa ein fíggjarligan vinning, tá teir, aftaná nógv ár í vinnuni, selja síni skip. Hetta er lønin fyri at hava brúkt pengar, átikið sær váða og fyri krevjandi arbeiði í nógv ár. Tað er ikki tað, sum fólk hava so nógv ímóti.
Men við í søluni er ein annar partur, sum kallast fiskiloyvi. Henda partin hevur reiðarin fingið fyri einki. Hann hevur ikki brúkt pengar, ikki átikið sær váða og hevur heldur ikki arbeitt fyri henda partin. Tá reiðarin so selur loyvið fyri eitt virði, sum kann vera størri enn virðið á skipinum, tá er tað at fólkið talar at.
Vit kunnu vera ósamd um landið skal lata fiskiloyvini fyri einki, ella um tey skulu seljast. Men tað er umráðandi at tað er líka í báðum endum. Um reiðarin skal kunna selja loyvið fyri pengar, so má hann eisini keypa tað fyri pengar. Skal hann harafturímóti fáa tað fyri einki, so má hann eisini lata tað frá sær aftur fyri einki.
Vit eru í løtuni í teirri løgnu støðu í Føroyum, at tann einasti, sum ikki kann selja fiskiloyvi fyri pengar, er tað almenna. Øll onnur sum eiga eitt loyvi kunnu selja tað, og stinga pengarnar í lumman. Men tað almenna skal lata alt sítt fyri einki.
- Og hetta kalla vit “fólksins ogn”.