Hvør eigur bóltin?

Ein søga um havnagjald og ikki at gera mun á

Tað er ikki meir enn eitt lítið ár síðani, at Tvøroyrar Kommuna noyddist í rættin fyri at hála inn eitt gjald frá Strandferðsluni fyri vatn, sum Tvøroyrar Havn hevði kravt inn síðani des 2004. Hetta gjaldið er árliga ikki meir enn ein landsstýrismaður fær útgoldið í mánaðarløn. Hóast hetta brúkti umsitingin fýra ár at stríðast ímóti og fóru enntá so langt niður at samanlíkna Smyril við eina ommu, sum kom norðanífrá við einari balju at fáa sær vatn. Stjórin á Landsverk og táverandi stjóri á Strandferðsluni brúktu nógva tíð upp á at vegleiða og villleiða embætisfólk hjá Tvøroyrar Havn um, hvar rokningin hoyrdi heima. Úrslitið var, at Tvøroyrar Kommuna noyddist út í tvey sakarmál um vatnið.

Í 2002 biður Tvøroyrar Kommuna Løgtingsins fíggjarnevnd um at játta pening til asfaltering av ferjuleguni á Drelnesi, soleiðis sum tað varð gjørt í Vestmanna og Leirvík. Svarið fall beinanvegin: Sjálvt um øll skuldu viðfarast eftir sama leisti, so var fíggjarkarmurin ov trongur (er tað nakar sum kennir hetta aftur??). Eingir pengar, eingin asfaltering. Seinni er so peningur játtaður til asfaltering av øðrum ferjulegum.

Og nú stendur Tvøroyrar Kommuna aftur á gáttini til eitt nýtt sakarmál. Ikki tí, Tvøroyrar Kommuna hevur síðani 2004 roynt at loysa hetta mál við samráðingum. Trupulleikin hevur bert verið tann, at ongin var at hitta hinumegin borðið. Skiftandi landsstýrismenn og embætisfólk hava verið upptikin av at blaka bóltin frá sær. Eingin vildi eiga hann.

Í fylgjandi lesarabrøvum er ætlanin at lýsa hetta málið og (trupla) samskifti við landsmyndugleikarnir. Nú Tvøroyrar Kommuna aftur verður drigin í rættin, bert tí hon krevur inn eitt sámuligt gjald til at reka og umsita Tvøroyar Havn við, fyri at útinna tann myndugleika og eftirlit, sum er altjóða viðurkendur. Vit fara ikki longur at tiga um tað sum er farið fram, soleiðis sum vit higartil hava gjørt, tí vit hildu at vit høvdu ein samráðingarfelaga.