Hvør drap abba?

Guido Mussolini, sum er abbasonur fyrrverandi italska einaræðisharran Benito Mussolini, vil nú hava at vita, hvør gav boð um at beina fyri abba sínum.

Benito Mussolini og unnusta hansara, Clara Petacchi, vórðu tikin í Norðuritalia tann 26. mai í 1945, og tveir dagar seinni vórðu tey avrættað í Milano. Avrættingin var almenn, men líka síðani kríggið hava italiumenn spurt, hvat veruliga hendi teir dagarnar.

Tað vil Guido Mussolini eisini hava at vita. Sambært søguni var tað heryvirmaðurin Walter Audisio, sum gav boðini um at beina fyri einaræðisharranum, men sakførarin hjá Guido Mussolini sigur, at navnið á Audisio kom ikki fram fyrr enn tvey ár eftir kríggið. Hann ivast tí ikki í, at tað var onkur annar, sum gav boðini.

-Eg vil bara hava at vita, hvør beindi fyri abba mínum, og tað er væl ikki annað enn rímiligt, sigur tann 69 ára gamli Guido Mussolini við italska útvarpið.