Hví ræðast Zakarias Wang veruleikan?

Regin Eikhólm
-----

Zakarias Wang skrivar javnan í bløðunum um “føroyska fólkaviljan” í 1946 og í 2010 gav hann út sera áhugaverda bók við 832 blaðsíðum um sama evni.
Tá talan er um fólkaatkvøðu í nýggjari tíð um loysing í mun til Danmark, hava vit í norðurhøvum bert tvey lond, sum talan kann vera um, nevniliga Ísland og Føroyar. Ísland hevði fólkaatkvøðu í 1944 um loysing frá Danmark. Íslendska treytin til “fólkaviljan” var at minst 75% av teimum við atkvøðurætti skuldu luttaka, og at minst 75% av teimum luttakandi skuldi vera fyri loysingaruppskotinum, um tað skuldi fáa gildi. Íslendska fólkaatkvøðan í 1944 vísti, at yvir 98% av íslendingum vóru fyri loysing. Lægsta umboðan fyri íslendska fólkaviljan var eftir hesum leisti, at í minsta lagi 56,25% vóru fyri loysing.

Fólkaatkvøðan í 1946
Bert tvey ár eftir íslendsku fólkaatkvøðuna í 1944 fingu vit okkara egnu fólkaatkvøðu um loysing frá Danmark. Um sami álvari lá aftanfyri, sum hjá íslendingum, so høvdu vit helst endurtikið íslendsku treytirnar við 75% reglunum, men so var ikki. Úrslitið av føroysku fólkaatkvøðuni var, at ein góður triðingur av føroya fólki segði ja til loysing, ein triðingur segði nei, og ein síðsti triðingur luttók ikki. Har var als ikki talan um nakran fólkavilja yvirhøvur, men heldur um eina stakroynd – hvørs tykkar hugur stendur.
Zakarias Wang skrivar á baksíðuni á bókini um fólkaatkvøðuna í 1946: “ ... at luttøkan hevði verið óvanliga stór, samanborið við luttøkuna í fólkaatkvøðum í øðrum londum”.
Hetta er ikki so, tí einasta samanberiliga fólkaatkvøða um tað mundið, var tann í Íslandi frá 1944 og har luttóku 99%, meðan vit í Føroyum bert luttóku við 66% og sostatt 9% undir íslendska minstamarkinum upp á 75%. Av teimum 66% luttakandi í Føroyum vóru 51% fyri loysing, men tað er 24% undir íslendska minstamarkinum upp á 75%.

Føroyskur fólkavilji
Fólkaatkvøðan í 1946 gav sum omanfyri nevnt ikki ábending um nakran fólkavilja yvirhøvur – tvøturimóti. Tríggir ymiskir triðingur av føroyingum við hvør síni fatan er ikki júst tað vit skilja við ein fólkavilja. Vit høvdu ikki ein men tríggjar fólkaviljar í 1946: A. ja til loysing, B. nei til loysing og C. veit ikki - alt annað er ein reingjan av veruleikanum.
Skulu vit tosa um nakar føroyskan fólkavilja í nýggjari tíð við eini tjóðskaparpolitiskari ábending, so er tað ikki fyri isolerandi loysingarpolitikki, men heldur fyri frælsi í felagskapi. Ítøkiligt hava vit millum annað sæð hetta, tá føroyingar velja sær pass. Frá 1996 varð loyvt føroyingum at velja millum grønt føroyskt pass ella reytt danskt E.U.-pass. Í dag velja um 90% av føroyingum sær E.U.- passið, tí tað gevur okkum størri frælsi við rætti til at velja, arbeiða, studera og annars við heimarætti ekkaleyst at ferðast í øllum E.U, umframt at E.U. er ein av okkara stóru marknaðum..
Fólkaatkvøðan í 1946 ella stakroyndin frá 14. sep. 1946 vísti, at bert ein triðingur av føroyingum tá var fyri loysing. Sama óvissa tykist at vera galdandi nú tey viðgera stjórnarskipanaruppskotið í Løgtinginum. Hetta er veruleikin Zakarias. Hví ræðast veruleikan, renna undan honum ella royna at reingja hann? Tað er ein hjaðin tjóðskapur, ið slíkt fremur!