Hví pilka við tað, sum riggar?

Finnbogi Ísakson

Tað er rokan í fjørðinum. Einskiljing, privatisering, er loysunarorðið. Fundarvirksemi við innbodnum røðarum úr øðrum londum og blaðgreinar uttan tal. Alt samalt gongur út uppá, at skal føroyska samfelagnum vera lív lagað, so muga allar "almennar" fyritøkur einskiljast. Annars er deyðin í durunum.
Tað er altíð hent at hava ein syndabukk við hondina. Í seinastuni hevur gingið striltið hjá føroyskum vinnulívi á fleiri økjum, eisini flakavirkis-vinn-uni. Tað er hvørki vantandi rávørutilgongd ella lækkaðir marknaðarprísir, sum hava skyldina. Nei, tað er Fiskavirking, hesin "almenni" mastodonturin, sum hevur alla skyldina. Tað er syndabukkurin.
Politikarar - næstan allir - og vinnulívsmenn, serfrøðingar og Búskaparráðið tykjast øll at vera á einum máli um, at einskiljing av Fiskavirking og Fiskasøluni loysir allar trupulleikar. Frá politiskari síðu verður sagt, at ein "almenn" fyritøka kann ikki rekast rasjonelt. Tvørturímóti er ein stór almenn fyritøka ein meinbogi fyri tær smáu privatu. Um tað so var fyrrverandi formaðurin í donsku Ráðgevandi Nevndini fyri Føroyar, Erik Bonnerup, so var hann inni á hesum sama í samrøðu við Sjónvarpið, tá hann segði:
"Et privat ejerskab, en privat ledelse, kan bedre gribe ind i tide, kan gøre nogen ting, som det er meget svært for en politiker at gøre, i hvert fald hvis de vil genvælges."
Eg havi ilt við at fáa eyga á hesar almennu vinnufyritøkurnar, sum verða stýrdar av politikarum. Í løtuni kann eg bara koma í tankar um tríggjar, sum bera brá av at vera í hesi støðu. Tær eru Strandferðslan, Postverkið og Apoteksverkið. Hesir almennu stovnar hava eisini sítt egna inntøkugrundarlag við tað, at teir selja vørur og tænastur. Tí eru teir reelt vinnufyritøkur.
Men tað er ikki Landsstýrið ella ein Landsstýrismaður, sum rekur Fiskavirking. Ella Fiskasøluna. Ella Atlantsflog. Ella JFK. Ella Føroya Banka.
Landsstýrið eigur allan partapeningin í Atlantsflog, og landsstýrismaðurin velur nevndina. Tað er tað nærmasta, ein landsstýrismaður kemur einari fyritøku, har landið eigur partapeningin. Í øllum hinum førun-um er tað ein grunnur, sum velur nevndir í partafeløg. Framtaksgrunnurin velur nevndina í Fiskavirking og Fiskasøluni, sum annars vist er tikin av nú. Føroyagrunnurin velur nevndina í JFK. Og Fíggingargrunnurin velur nevndina í Føroya Banka.
Tað er annars í seinna lagi hjá fíggjarheiminum, vinnuni og øðrum nú at gremja seg um, at allur partapeningurin í Framtaksgrunninum er almennur. Fyrst helvt um helvt føroyskur og danskur, nú bara føroyskur. Tað var ikki ætlanin.
Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum legði eg 18. mars 1994 uppskot fyri Tingið um at heimila Landsstýrinum at seta partapening í eitt Framtaksfelag. Tað var ein føroysk Endurreisingarnevnd, sum í sínum áliti mælti til, at eitt slíkt felag varð skipað í Føroyum. Fyrimyndina høvdu teir úr Danmark, har fleiri sokallað venture-feløg vóru (umsetingina til Framtaksfelag eigi eg sjálv-ur). Hesi feløg settu verkætlanir í gongd og seldu so fyritøkuna heilt ella partvíst, tá hon gekk nóg væl. Í summum førum eydnaðist hetta væl, í øðrum førum ikki.
Sambært uppskotinum, sum varð lagt fyri Tingið, kundi landskassin seta í mesta lagi 9 mió.kr. í felagið. Í § 1, stk. 2 stóð:
"Landsstýrið kann í mesta lagi eiga 30% av partapeninginum. Aðrir partaeigarar kunnu vera fíggjar- og peningastovnar, tryggingarfeløg, vinnufeløg o.o."
Endamálið var at felagið skuldi vera við til at fremja verkætlaninir við stórum útflutningsvirði. Reglur um virkisføra leiðslu og annað stóð eisini í uppskotinum.
Hetta uppskotið varð samtykt endaliga í Løgtinginum 19. mai 1994. Tað er framvegis galdandi sum løgtingslóg nr. 84 frá 31.5.1994.
Tað sæst skilliga, at ætlanin júst var at fáa eitt felag, har tað almenna ikki hevði meiriluta og enn minni átti allan innskotspeningin. Men áhugin hjá banka, sparikassum, trygging, vinnufeløgum og øðrum var ikki til staðar. Tí fingu vit eftir landsstýrisskiftið á heysti 1994 ein almennan Framtaksgrunn.
Og so má svíða sum svøllur. Eg teljist ikki millum úlvarnar, sum halda, at tað einasta sáliga fyri føroyska fiskivinnu er at tæga Fiskavirking sundur í 3, 4 ella 5 smærri feløg ella at selja útlendingum Føroya Banka, har 1% av partapeninginum framvegis er á privatum hondum. Heilt einsamallur eri eg heldur ikki um at halda tað.
Ein av okkara royndastu monnum í fíggjarheiminum og á vinnulívsøkinum, Jóhan K. Joensen, segði við Útvarpið í summar, at bæði Fiskavirking og Føroya Banki áttu at halda fram undir verandi skipan.
Og so kemur tað eisini fyri, at tað ber til at lesa okkurt lívgandi, sum ein sambandsmaður hevur skrivað. Fyri nøkrum døgum síðani skrivaði Edmund Joensen í bløðunum:
"Eisini er tað løgið, at (Búskapar)ráðið leggur so stóran dent á privatisering av Fiskavirking, einasta felag sum hevur eitt konsept, og sum er ført fyri at taka kappingina upp við útlandið. Einasta felag, sum út frá tosinum millum fiskimenn heldur fiskaprísinum uppi."
Um ætlanin ikki er at tæga Fiskavirking sundur, men selja tað í einum, munna tað vera fáir, sum hava ráðini í Føroyum. Vandi kann tá eisini vera fyri, at vit fáa eitt privatmonopol í staðin fyri eina sterka fyritøku, sum ikki er alment rikin, hóast innskotspeningurin í Framtaksgrunninum er almennur.
Kjakið kundi bent á, at Fiskavirking er einasti ráfiskakeypari í Føroyum. Tað er blóð-skeivt. Sambært yvirliti á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum eru 23 størri og smærri limir í Føroya Ráfiskakeyparafelag. Fiskavirking er bara ein.
Tað verður neyvan nøkur loysn á trupulleikunum hjá vinnuni, at politikarar nú fara at pilka við tað, sum riggar. Yvir háls og herðar, kanska. Mangt annað er at pilka við, sum ikki riggar.