Nú ber aftur til at atkvøða fyri tí bólkinum, tú vilt hoyra á Roskilde Festivalin í ár á heimasíðu teirra. Longu nú eru fimtan nøvn almannakunngjørd til at koma og spæla á Roskilde Festivalin m.a. okkara egni Teitur, ið júst hevur givið fjóðru fløguna sína út, og Bloody Valentine, ið eru byrjaðir at spæla saman aftur eftir ein sera langan steðg.
Men Roskilde bjóðar nú eisini tær møguleikan fyri at atkvøða fyri tí bólkinum ella sangaranum, tú vilt hoyra í ár.
Áður hevur tað verið møguligt at atkvøða alt árið, men í ár hevur festivalurin broytt tað, so tað nú er lættari hjá fyriskiparunum at skipa fyri festivalinum.
Á heimasíðuni: www.roskilde-festival.dk/2008/forside/musik/bandoensker_aktiv/ ber tað til at atkvøða fyri trimum donskum, trimum skandinaviskum og trimum aljtóða bólkum, ið tú vilt hoyra á Roskilde 2008.