Í gjárkvøldið skrivaði in.fo um hendan skógvin, sum hevur elvt til mikið kjak á netinum. Tí hetta er sama støðan sum við nógv umrødda kjólanum fyri tíð síðani. Ein kjóli, sum summi hildu vera svartan og bláan, men onnur hildu vera hvítan og gull.
Hesin skógvurin verður av summum mettur at vera gráur og turkis, meðan onnur halda, at hann er ljósareyður og hvítur. Tí legði in.fo greinina út á Facebook síðu okkara í gjárkvøldið. Og her síggja vit sama tendens - summi síggja eitt, onnur síggja hitt.
Les eisini: Ósemja á netinum: Hvørjar litir hevur hesin skógvurin?
Í skrivandi stund er støðan, at 17 viðmerkja, at skógvurin er gráur og turkis, meðan 10 halda, at hann er ljósareyður og hvótur.
Ein størri greining av tí fyrr nógv umrødda kjólanum fór í gongd eftir kjakið á netinum, og í blaðnum Journal of Vision greiðir neurogranskarin Pascal Wallisch, ph.d, frá sínari kanning. Tað vísti seg í stuttum, at tey 13.000 fólkini hann hevði kannað sóu kjólalitin ymiskan alt eftir, hvussu tey hildið hann var upplýstur. Hildu fólk til dømis, at kjólin var í skugga, so sóu tey hann sum hvítan og gull. Hildu fólk hinvegin, at hann var fult upplýstur, so var hann svartur og bláur.
Næsta stigið hjá granskaranum var at finna fram til, hví summu hildu kjólan verða í skugga, meðan onnur hildu hann verða upplýstan. Tað vísti seg, at tey fólkini í kanningini, sum dámdu at fara tíðliga í song og vóru væl fyri um morgnarnar, sóu kjólan sum hvítan og gull. Hinvegin vóru tað tey, sum fóru seint í song og vóru sokallað b-menniskju, sum sóu hann sum bláan og hvítan. Aðrar samanhangir vóru funnir - eitt nú ein samanhang millum hvat fólk sóu og teirra aldur, men mest greiði tendensurin sást aftur í svøvnvanunum og uppfatanini av litunum.