Hvønn leiklut skal okkara umboð á fólkatingi hava ?

Sambært ríkisgrundlógina eiga Føroyar tvey umboð á fólkatingi, umboð við fullum rætti, eisini í donskum innlendis viðurskiftum.

 

Fólkatingið er felags lóggávutingið hjá øllum ríkisborgarum, eisini hjá føroyingum í ikki yvir-tiknum málum. Ì yvirtiknum málum lóggeva føroyingar og grønlendingar sjálvir á Føroya Løgtingi og í Grønlendska Landstinginum.

Tað liggur í skipanini, at so hvørt sum londini átaka sær størri skyldur, so verður lógarøkið flutt úr fólkatinginum til løgting og landsting - og tað gongur bara ein veg.

Tí virkar tað órímuligt, um føroyingar og grønlendingar leggja seg út í, og fremja beinleiðis broyt-ingar í donsk innlendis viðurskifti, sum ikki hava ávirkan á okkum. Hetta er ein vanvirðing av skipanini og ein vanvirðing av dønum.

Tað er tí forkastuligt, tá valevnini fyri Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin boða frá, at tey ætla at leggja seg út í danskan innlendis politikk. Hetta kan bara takast sum enn ein roynd at gera seg inná skipanina, ella at gera enda á skipanini innanífrá .

Ongin skipan er betur enn tey fólkini sum skulu umsita hana gera hana til. Vit kunnu hyggja at okkara egnu stýriskipanarlóg, hvussu hon er viðfarin undir hesum landstýrinum. Dømini tróta ikki.

Eitt sambandsumboð fer á fólkatingi av øllum alvi at virka fyri betran av viðurskiftunum, bæði hjá føroyingum í Føroyum og føroyingum í Danmark. Vit fara eisini at royna at byggja upp aftur tað sum er brotið niður í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark

Men vit fara ikki at leggja okkum beinleiðis út í danskan innlendis politikk, fyri at fremja broytingar í málum, sum bert viðkoma dønum, sum t.d. skatta- og avgjaldsviðurskifti og annað.

Líka lítið sum vit vilja hava danir at blanda seg uppí okkara innlendis viðurskifti, líka lítið skulu vit blanda okkum uppí burturav donsk innlendis viðurskifti.

Til dømis hevur støða Sambandsfloksins altíð verið, at okkara umboð ikki vildi fella eina danska stjórn. Hetta vildi verið at havt ov lítla virðing fyri sjálvari skipanini.

Hinvegin fer umboð Sambandsfloksins framhaldandi at samstarva við flokkin Venstre sum limur í teirra tingbólki.

À tann hátt fáa vit alla neyðug informatión og nógv stórri beinleiðis ávirkan á politiska arbeiðið í síni heild. Vit fáa møguleika at gerast limir í fólkatingsnevndum, sum viðgera mál av serligum føroyskum áhuga.

Vit fara at luttaka í fólkatingsarbeiðnum við tí frælsi og tí virðing, sum Sambandsflokkurin altíð hevur havt fyri politisku skipanini, og sum er ein treyt fyri fruktagóðum samarbeiði.