Hvønn ein mánadageri eg í góðum lag?

? Ja, hvør kennir ikki sangin hjá Simma og Ljómlið??

Nú verður ikki skipað fyri tiltøkum mánadag, tí tað er tíðin farin frá. Nú koma fólk bara í dans um vikuskiftið, og hesum hava fyrireikararnir eisini lagt seg eftir.


Rúmlig Jazz-Cafe

Tað vóru ikki nógv fólk, sum høvdu leitað sær oman í Sjónleikarhúsið leygarkvøldið. Tað var hondbóltsfelagið Kyndil, sum skipaði fyri einari Jazz-Cafe. Bólkarnir sum spældu vóru Jazz Oasis og Jazzanir, bæði orkestrini spældu lívligan tónleik, og tað svingaði væl. Lagið var gott á teimun, sum vóru komin oman á Jazz- Cafeina, og onkur nýtti møguleikan at taka sær ein svingom. Ein maður segði, at hetta var líka hugnaligt, sum tá ið Goggan plagdi at spæla »happy-Jazz«


Dansur fastur táttur í Sjónleikarhúsinum

Ætlanin er at fara at hava dans hvørt vikuskiftið í Sjónleikarhúsinum. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið fer vælumtókti Vestmanna-bólkurin, Vestmenn, at spæla. Hetta er ikki ein nýggjur bólkur, teir fóru undir at spæla í 1982 og hava spælt regluliga síðani tá.

Teir hava útgivið tríggjar LP og tvey bond, og nú eru teir farnir í West River studio at taka sína fyrstu fløgu upp.

Tað er Kartni Fornagarð, sum stendur fyri upptøkunum. Fløgan kemur út til jólar, so tað verður spennandi, hvat Vestmenn nú hevur at bjóða fólki.