Hvønn dag gloyma bilførarar at rinda tá ið teir hava fylt tangan

Bensinstøðir vilja hava beinleiðis atgongd til teldurnar á Akstovuni fyri at síggja, hvør eigur bilarnar

Tað hendir dagliga, at bilførar gloyma at rinda rokningina, tá ið teir hava fylt brennievni á bilin í onkrari av bensinstøðunum kring landið.

Tað sigur Handilsvinnufelagið, nú landsstýrið ætlar at samtykkja eina lóg, sum gevur loyvi til at seta vakmyndatól upp í undirsjóvartunlum, og sum gevur feløgunum, sum rekur tunlarnar, beinleiðis teldusamband við akstovuna, so at tey alt fyri eitt kunnu síggja, hvør eigur ein bil.

Handilsfelagið sigur, at eisini bensinstøðirnar hava brúk fyri beinleiðis teldusambandi við Akstovuna, tí tað eru so nógvir bilførarar, sum gloyma at rinda rokningina, tá ið teir hava fylt tangan á bilinum.

Í slíkum førum mugu bensinstøðirnar, í hvørjum einstøkum, føri senda Akstovuni teldubræv fyri at finna fram til eigaran av bilinum, og hetta tekur vanliga fleiri dagar at avgreiða.

– Hetta er ein óneyðuga tung og ótíðarhóskandi umsiting í okkara talgilda samfelag, har tað ber til at geva vinnuni smidligari og lættari atgongd til talgildar upplýsingar, sigur Handilsvinnufelagið.

Hetta er nakað, tey javnan hava gjørt vart við, men tey hava einki hoyrt aftur. Men nú ætlanin er at geva tunnilsfeløgunum rætt til at fáa upplýsingar frá Akstovuni um nummarplátur, beinleiðis á telduni, vóna tey, at tað eitt mistak, at privatu bensinstøðirnar ikki eru nevndar í hesum lógaruppskotinum.

Tey vísa á, at øll kunnu fara á internetið at síggja, hvør eigur eitt matrikulnummar í Føroyum og hvør eigur hvønn bát, og hvørt skip, í Føroyum.

Tí hevur tað undrað Handilsvinnufelagið, at talgilda atgongdin til akfarsskránna hjá Akstovuni hevur verið so avmarkað fyri føroysku bensinstøðirnar.

­– Tað er serliga undrunarvert, tí koyrir ein føroyskur bilur á einum norskum gjaldsvegi uttan at gjalda, kann norska felagið venda sær til felag í London, sum fær upplýsingarnar frá Akstovuni um hvør eigur ein bil, so at eigarin kann fáa rokningina.

– Tað ber sostatt til at gjalda einum útlendskum felagsskapi fyri at fáa upplýsingar, sum føroysku bensinstøðirnar ikki kunnu fáa talgilda atgongd til, sigur Handilsvinnufelagið.

– Í grannalondum okkara ber til at fáa talgilda atgongd til skrokknummar á einum akfari við at upplýsa nummarplátuna, og soleiðis eigur tað eisini at vera hjá okkum, leggja tey afturat.

– Í roynd og veru er talan um eina almenna skrá og ikki serlig persónsviðkvom viðurskfiti, sigur Handilsvinnufelagið.