Hví liggur »Ternan«?

Tað er mangur maður, sum spyr henda spurning, hví »Ternan« liggur á Vestmanna. »Ternan« hevur ligið og jaglað gummi í fleiri mánaðir á Vestmanna. Skipið kundi verið klárt til summarsiglingina, men kanska hevur Srandfaraskip Landsins sovið í tímanum? Motorarnir kundi verið settir í nú ferjan hevur ligið á Vestmanna.

Útvarpið visti at siga, at Strandfaraskip Landsins hevði verið í samband við verandi leverandør, og kom eisini fram tá, at tað loysti seg helst betur at skifta motorarnar enn at umvæla, sum óivað er satt í hesum førinum.

Sjálvur ringdi eg til nakrar leverandørar at vita, um teir visti meiri um hetta, sum fram var borið í Útvarpinum, men teir visti ikki annað enn tað, sum Útvarpið hevði borið út. So ringdi eg til teknisku deild á Strandfaraskipum Landsins, har eg so fekk tilsøgn um at verða við at bjóða uppá motorar til »Ternuna«, og eg so gjørdi.

Sendi tilboð inn uppá tveir 6 cyl. motorar uppá góðar 1300 Hk hvør, og legði ein kostnað við uppá 820.000 DM - góðar 3 mió. krónur alt í alt. Og tilskilaði, at um áhugi var fyri hesum tilboði eru allar specifikatiónir tøkar og at fólk frá verksmiðjuni kundu koma á staðið beinanvegin!

Eg hoyrdi ikki orð aftur fyrr enn boðað varð frá, at tekniska deild hevði tikið av øðrum tilboði. Tilboðið átti ein bólkur undir teknisku deild á Strandfaraskipum Landsins, og vóru báðir maskinstjórarnir á »Ternuni« í hesum bólki. Fram kom á einum fundi, at J.M. Motorar sp/f arbeiddi uttan fyri vanliga sústemið, og hví tað kom fram, er ikki gott at skilja. Eg skal bert siga, at eg havi góðkent søluloyvi.

Men tað sum hevur mín áhuga í hesum máli er, um Strandfaraskip Landsins hevði gjørt avtaluna, áðrenn tað kom fram í Útvarpinum? Hetta hevði verið áhugavert at fingið at vita. Ongastaðni hevur verið nevnt , at tað er útboðið at seta motorarnar í? Eg ivist onga løtu í, at fleiri høvdu latið tilboð inn um hetta arbeiðið!


Johan F. Magnussen