Eftir orku og útstráling at døma, høvdu Dreingirnir í Bólkinum hvílt í 24 tímar, heldur enn verið í gongd í sama tímatal
Boys in a Band ikki bara yvirhildu ætlaðu tíðarskránna, men byrjaðu enntá nakrar minuttir áðrenn teir 24 ásettu tímarnir vóru gingnir.
Tey, ið ikki vistu betur, kundu ivaleyst hildið, at teir fimm limirnir í bólkinum høvdu hvílt seg í 24 tímar, heldur enn ferðast kring klettarnar í bæði báti, bili og tyrlu.
Framførsla teirra, var ikki millum teirra longstu, men stóð ikki aftanfyri nakað sum helst, ið bólkurin áður hevur avrikað. Sambært gittarleikararum Heina Niclasen, sum vit hittu eftir konsertina, vóru boysarnir á ongan hátt útlúgvaðir nú, men bara fegnir um, at hava gjøgnumført uppgávuna, sum fyri mong tóktist ógjørlig.
Áskoðararnir á Spæliplássinum fingu eina orkumikla og vælgjøgnumførda konsert ? og tvey eykaløg ? sum var eitt sera gott endabrak, fyri konsertferð teirra kring klettarnar.










