Hvíldir bláir hitta troyttar og moyrar hvítar

BETRI DEILDIN: Skaðalistin hjá B36 er langur og leikbannini fleiri, nú uppgerðin á norðoyastevnu er á skrá

Ítróttarliga hevur norðoyastevnan ikki verið nakað serlig hjá ítróttarhugaðu norðoyingunum.

Í gjár eydnaðist tað ikki Klaksvíkingi at vinna, KÍ kvinnurnar mistu møguleikan at spæla finalu í steypakappingini, og næstbesta KÍ liðið tapti fyri fyrstu ferð higartil í ár.

 

Í dag verður B36 norðoyastevnudystur. Í tí sambandi verður steypadystur, men tað snýr seg fyrst og fremst um stigini og harvið møguleikan at kappast um FM.

 

Meðan KÍ hevur havt fokus á avbjóðingini seinnapartin, síðani klaksvíkingar sunnudagin vunnu trivaligan 3-0 sigur í Gøtu, so hava teir í B36 ikki í sama mun at havt fokus á landskappingini. Mikukvøldið vann B36 fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið 4-2 á heimavølli ímóti Suðringum.

-Síðani tá hava vit bara hugsað um avbjóðingina í Klaksvík seinnapartin ídag. Hóast stigurin í steypadystinum mikukvøldið kundi havt verið størri, so var eg væl nøgdur við hugburðin og spælið í seinna hálvleiki. Um vit skulu hava møguleika í dag, so eydnast tað avgjørt ikki, um vit vera í útgavuni, sum vit vóru í fyrra hálvleik mikukvøldið, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.

 

Tað eru nógvir í B36, sum ikki eru nóg væl fyri at spæla ídag.

Hjá B36 eru Róaldur Jakobsen, Jónas þór Næs, Christian R. Mouritsen og Bjarni Petersen skaddir. Tað er ivasamt, um Odmar Færø og Erlendur Magnusson vera førir at spæla ídag. Teir hava báðir verið skaddir.

Í B36 eru tríggir spælarar leikbannaðir ídag: Benjamin Heinesen, Magnus Holm Jacobse og Eli Falkvard Nielsen.

-Vit harmast um teir, sum ikki eru førir fyri at spæla, men tað nyttar einki at hava fokus á teimum. Nú snýr tað seg um teir, ið eru nóg væl fyri at spæla. Vit fegnast um, at fleiri av ungu monnunum av álvara hava víst seg fram seinastu ferðirna, og vit rokna við teimum, nú teir av álvara skulu royna seg á norðoyastevnu, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.

 

Hjá KÍ er Hákun Edmundsson framvegis skaddur. Jóannes K. Danielsen og Jóannes Bjartalíð hava verið skaðadarvaðir. Kristoffur Jakobsen, sum hevur verið leingi skaddur, var á næstbesta liðnum ígjár.

-Vit fegnast um sigurin á Argjum og í Gøtu, tí úrslitaliga hava vit verið í aldudali. Pressspælið riggaði væl ímóti Víkingi, og tað vóna vit, at tað eisini fer at gera ídag. At vinna fótbóltsdystir ber sjálvsálit við sær, og nú hava vit aftur vunnið, sigur væl nøgdi KÍ liðformaðurin Páll A. Klettskarð.