Hvíldin er tað týdningamesta

Hvørki í B36 ella í HB verður talan um nakra harða venjing komandi dagarnar. Kreftirnar skulu ístaðin nýtast til oddastríðið

Upptakt

- Vit høvdu frí í dag. Fríggjadagin skuldu vit so hava eina lætta venjing, og tað sama leygardagin.
Orðini eigur Rúni Nolsøe, liðformaður í HB, tá vit hóskvøldið spurdu, hvussu teir nú fyrireika seg til dysti móti B36 sunnudagin.
Orsøkin til hvíldina, sum nú er á skránni, er sjálvandi strævna dystarskráin, sum HB hevur havt seinastu tíðina. Dystir hóskvøld, sunnudag og mikudag er ikki gerandiskostur hjá føroyskum fótbóltsliðum, men soleiðis hevur tað verið hjá teimum, sum vóru við í fjórðingsfinalunum í steypakappingini.
Í B36 hevur skráin ikki verið heilt so strævin, nú liðið ikki var partur av steypakappingini, men eisini har hevur hvíld verið ovarliga á skránni.
- Vit vandu hósdagin, og so venja vit aftur leygardagin. Talan var ikki um nakrar tungar venjing, og tað verður tað helst heldur ikki leygardagin. Fyrst og fremst, so ræður um at vera hvíldur og væl fyri til mánadagin, heldur Herbert í Lon Jacobsen hjá B36.
Spurdur, hvørt hann heldur tað kann verða ein fyrimunur hjá B36, at teir hava ein dyst færri í beinunum hesa seinastu vikuna, sigur hann, at tað ivast hann stórliga í.
- Til hendan dystin er talan um hampuliga góða tíð at fyrireika seg í. Frá miku- til mánadag er jú tað mesta av eini viku, so eg vænti ikki, at tað verður nakar serligur fyrimunur sum so, heldur hann.

Ivi um Pól
Hjá báðum pørtum verður staðfest, at talan er um at kalla sterkastu manning, sum fer á vøllin mánadagin.
Hjá B36 fóru bæði Pól Thorsteinsson og Ingi Højsted skaddir av vøllinum, tá spælt varð á Skála, men vónirnar um at fáa teir klárar til mánadagin, tykjast vera góðar.
- Enn er sjálvandi ikki víst, at teir fáa spælt, men teir lótu ikki so illa at kortini, sigur Herbert.
- Ringast sær kanska út hjá Pól. Enn er ikki greitt, um talan er um fipurskaða, men hann fer væntandi at royna kortini. Ingi hevur ein skaða, sum hevur argað nakað seinastu tíðina, men heldur ikki hann tóktist vónleysur.
Hjá HB verður talan helst um sama fólk, sum til dystin mikudagin. Tá spældi Heine Fernandez allar 90 minuttirnar, og Rúni Nolsøe dylir ikki fyri, at hetta var góður styrkur.
Kári Nielsen noyddist av vøllinum ta ferðina við einum snuddi í høvdinum, men roknað varð tó ikki við, at hetta fór at nerva somikið nógv, at hann ikki skal verða tøkur mánadagin.

Ræður um at verða tolin
Tá vit at enda spyrja teir báðar, hvussu teir rokna við, at uppleggið til dystirnar fer at síggja út, siga teir, at tað fyrst og fremst ræður um ikki at leypa framav.
- Vit vita sjálvandi, at B36 í ár hevur eina sera sterka verju. Hana mugu vit royna at opna, og tí skulu vit helst flyta okkum nógv og væl, tá vit koma niðaneftir. Hinvegin hevur eitt nú Allan Mørkøre sýnt seg sum ein sera vandamiklan harra, og honum mugu vit í øllum førum halda í stuttum tjóðri, men akkurát, hvussu uppstilliing v.m. verður, veit eg sjálvandi ikki enn, staðfestir Rúni.
Hjá B36 tykjast teir bíða við spæliætlanini, til tey hava fingið greiðu á, hvørjir spælarar eru tøkir.
- Sjálvandi senda vit ellivu mans á vøllin, men bæði Pól og Ingi eru sera týðandi hjá okkum. Tí rokni eg ikki við, at tað verður fyrr enn mánadagin, at taktiska uppleggið er greitt. Men HB sær út til at vera væl fyri nú, og tí ivist eg ikki í, at talan verður um hampuliga varið útlegg, sigur Herbert um hendan partin av spælinum.
So er bara eftir hjá áskoðarunum at gleða seg til enn eitt slag um Havnina. Ein dystur, sum aftur í ár er ein oddadystur av teimum stóru, har vinnarin væl kann vísa seg at fáa ein hampuliga stóran fyrimun í oddastríðnum.