Hesa vikuna er heystfagnaður í SMS, og í ár hevur SMS valt at leggja dent á heimsmál. Tað eru ST sum vísa á 17 ymisk heimsmál, sum kunna hjálpa at skapa eitt betur heim. SMS hevur valt eitt av hesum 17 málunum sum høvuðsevni til heystfagnaðin í ár, og tað er “Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla”.
Skráðin er breið, tað eru nógv ymisk ítriv, men eitt sum fangar áhugan hjá nógvum av børnunum er tann kreativi krókurin, “Minka um skíggjatíðina”.
Her sleppa øll framat at gera sína egnu erskju, ið virkar sum ein hvíldarstaður fyri fartelefonirnar í heiminum. Eisini ber til at gera ein sáttmála um skíggjanýtsluna í heiminum.
Mirjam Eriksen, Námsfrøði lesandi á Setrinum, er við til at fyriskipa kreativa krókin.
- Hetta er fyri at varpa ljós á skermnýtslu í heiminum, og er vónandi eitt stig til at minka um tað, sigur Mirjam Eriksen. Tað eru fleiri sum hava gjørt flottar erskjur, undirtøkan hevur verið ótrúliga góð hagar til, so tað er bara gott.
- Vit eru fleiri um hetta, vit lesa Námsfrøði á Setrinum og eru í gongd við at samla pengar inn til eina námsætlan. SMS skipaði fyri hesum tiltakinum, so vit hildu tað vera upplagt at luttaka tá vit nú sluppu at hava ein bás her, sigur Mirjam Eriksen.
Tiltakið í SMS byrjaði Týsdagin, og endar í morgin klokkan 17.00.










