Fótbóltur
Hóast fótbólturin eigur at vera og skal vera í fokus, so skerst ikki burtur, at dómarin í dystinum í Gundadali vann sær eitt heldur keðiligt pláss í fokus.
Talan er ikki um fyrstu ferð, at hetta hendir, og tað er vert at bíta merki í, at tað so smátt er talan um sama domara, sum støðugt kemur í fokus.
Takið avleiðingarnar
Sum ítróttarskrivari er vandin fyri at fáa leikbann nokk ikki tann heilt stóri. Men uttan at fara niður um markið fyri fólkaligheit kann væl staðfestast, at talan tær báðar seinastu vikurnar hevur verið um avrik undir meðal hjá sama dómara. Og at talan í báðum førum hevur verið um hálvgum løgnar brotssparksdómar, sum hava havt avgerandi ávirkan á úrslitið.
Í Klaksvík kostaði hetta eisini leikbann til bæði liðskipara og venjara, tá hesir søgdu sína hugsan um dómaraavrikið, og fyrr í ár kostaði tað ÍF dýrt, tá til samans fýra karantenudagar komu burtur úr einum dysti. Har rokið veruliga byrjaði við einum innkasti!
Sjálvandi skal vera mark fyri, hvat kann sigast við dómaran og um dømingina. Men heldur enn at sláa ring um dómaran, áttu FSF at tikið avleiðingarnar. Og her kundi ein verið, at viðkomandi dómari fekk eina pausu, um ágangurin í eina tíð er ov harður. Dómaraeygleiðarar eru til hvønn dyst, og so ella so munnu hesir helst eisini stuðla fatanini, sum fólk flest hava av avrikunum, tó at ósamsvar helst eisini er av og á.
Neyðugt við pausum
Verður sammett við spælarar, so hevur ein venjari væl altíð til uppgávu at fáa maksimalt burtur úr tilfarinum. Og er ein spælari, sum hevur eitt dykk í formkurvuni, so er avleiðingin oftast, at hesin verður settur á beinkin ella á eykaliðið at spæla. Ikki sum revsing, men heldur sum ein háttur at endurbyggja spælaran.
Og tað sama má væl vera galdandi fyri dómaran. Eins og spælararnir, so er talan her um menniskju, og tað vildi verið nærum ómenniskjansligt, um dómarin ikki letur seg ávirka av áganginum, sum hevur verið seinastu tíðina. Og tá er tað hvørki mennandi ella spennandi fyri dómaran, at hann longu komandi mikudag er settur til døma útidyst hjá Skála í Gundadali.
Í Formula-deildini verður endaspurturin nú settur ígongd. Serliga í niðaru hálvu verður talan um nakrar dystir, har heilt nógv stendur upp á spæl hjá ymsu liðunum. Tí verður talan uttan iva um bæði tættar, intensar og kanska eisini harðligar uppgerðir. Fyri fótbóltin er tað avgerandi, at dómararnir eisini eru so væl fyri, sum tað á nakran hátt ber til, til hesar uppgávur. Og tí eigur og skal FSF taka neyðugu atlitini. Eisini á dómaraøkinum.