Tað eru ikki tær heilt nógvu venjingarnar, sum standa á skránni á landsliðsferðini hesaferð.
Hóast liðið hevur fýra dagar til fyrireikingarnar í Fraklandi, so er tað fyrst og fremst hvíld, sum eyðkennir skránna hjá liðnum. Kanska ikki løgið, tá hugsað verður um, at dystur eisini varð spældur leygardagin, og at spælararnir hava brúk fyri at løða battaríini aftur til dystin mikukvøldið.
Fyrrapartin í dag var fyrsta venjingin á skránni, og síðani gongur tað mesta av degnum við hvíld og einum fundi, har hugt verður at sjónbandi við fronskum landsliðsfótbólti.
Týsdagin sleppa spælararnir at taka sær av løttum fyrrapartin, ein shopping-túrur eisini er á skránni, og um fimm-tíðina verður so vant á Stade Auguste Bonal í Sochaux, har dysturin verður spældur.
Dysturin ímóti varaheimsmeistarunum úr Frakland verður so mikukvøldið klokkan 20 føroyska tíð, og fyrst og fremst er tað eisini dysturin, sum merkir tann dagin. Taktikkurin skal stingast út í kortið, og siðani verður talan um hvíld, mat og drekka, soleiðis at hópurin er best møguligt fyri, tá farið verður í eldin.
Landsliðshópurin og ferðalagið í Fraklandi annars fer heim aftur hósdagin.