Fagrar flyrkur fella yvir føgru fold.
Følvið fjalir tína grøv,
har tú liggur fjaldur undir mold.
Her tú verða skal til støv.
Tú mátti taka móti hørðum kosti!
Tín lagna gjørdist tung og ikki blíð.
Nú littar blómur berjast móti frosti,
á grøv - hesa myrku vetrartíð.
Einaferð so skalt tú aftur rísa,
sum ein onnur vøkur blóma.
Tínir føgru tónar skulu okkum vísa,
minni tínum miklan sóma.
Tónar tínir, skaptir av tínum ávum,
vilja altíð liva her í okkar’ minni.
Siga okkum frá tínum ríku, miklu gávum.
Tyknir innast úr tínum djúpa sinni.
Hvíl í friði, góði Rasmus
-------
k.v.