Glenn Ståhl, sum í ár stóð á odda fyri fremsta felagsliðnum hjá TB/FCS/Royn, er vónbrotin og í øðini um, at felagsliðið TB/FCS/Royn nú fer í upploysn og feløgini fara aftur hvør til sítt.
- Fullkomiliga syndarligt. F****, sum eg blívi argur, skrivar hann á bólkinum Suðringar á facebook.
- Einastu innandura fótbóltshøllina, besta graslíkisvøllin og einki felag nærhendis við somu góðu umstøðum, men so velur man at tveita alt til hel*****. Ein gøla, einki annað! Hvíl í friði, fótbóltur í Suðuroy, skrivar Glenn Ståhl.
Les eisini: Fótbóltssamstarvið í Suðuroynni er liðugt og søga