Hví kommunusamanlegging?

Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum
------

Í mong ár hevur verið kjakast um kommunusamanlegging, greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, javningarskipan o.s.fr. Tilgongdin hevur verið ómetliga long, og spurningurin er, um vit yvirhøvur eru komin nakran veg á kommunuala økinum. Ein so long tilgongd stríðir ímóti øllum tilráðingum um, hvussu bygningarbroytingar av tílíkum slag skulu skipast.

Men sum við einari og hvørjari tilgongd so búnast meiningar, hugsanir broytast og spurningurin er, um ikki løtan er hin rætta til at taka tað tunga takið at umskipa kommunala geiran.

Ì januar mánað í fjør setti eg ein arbeiðsbólk, ið skuldi koma við einum tilmæli um, hvussu kommunali geirin í Føroyum kundi umskipast. Arbeiðssetningur varð orðaður og málið var at koma við tilmælum um:

• Kommunueindir, sum hevði støði í lógini um sjálvbodna kommunusamanleggning
• Millumkommunala javningarskipan, sum skuldi tryggja, at kommunurnar vóru førar fyri at loysa kommunalu uppgávurnar. Talan var um eina inntøku- og útreiðslujavning.
• Eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur
• Blokkstuðulsskipan, sum skuldi tryggja, at tað var neyðug fígging til tær uppgávur, ið vórðu fluttar til kommunurnar at umsita.

Niðurstøðurnar hjá nevndini vóru m.a. hesar:

- 7-9 kommunur 1. januar 2011
- Regulering í skattabýtinum : 455 mió. kunnu flytast frá landinum til kommunurnar uttan at skeiklað skattaskipanina. Hvørt skattastig gevur 65 mió.
- Afturberingarskipan skal setast í verk: Orsakað av ymsum frádráttum eitt nú sjómannafrádráttinum rakar hetta kommunurnar ymiskt og fyri at bøta um hendan ójavnan kunnu 250 mió kr berast aftur til kommunurnar.
- Javningarskipan – latin upp til politiska myndugleikan at taka støðu.
- Fólkaskúlin 1. jan 2012: Landsins partur í dag 270 mió kr.
- Eldrarøktin 1. januar 2013: Landsins partur í dag 340 mió. kr.


Sum við einari og hvørjari konstruktión er meiningin, at allar súlurnar skulu setast upp samstundis fyri at kunna styrkja og fáa javnvág í konstruktiónina. Tí var og er ætlanin framhaldandi at hava ein samlaðan pakka av øllum fýra súlum, sum má metast at vera sjálvt grundarlagið fyri broytingunum. Hvussu stórur ella lítil pakkin verður, vil politiska tilgongdin nú vísa, men neyðugt er, at tað er konsensus í tí vit gera, og er tað eisini greiða niðurstøðan hjá nevndini, at tað ikki er ráðiligt at bara seta eina súlu upp, tí konstruktiónin er sterkast, tá ið allar 4 súlurnar verða settar upp.

Vit eru ymisk á máli um nógvar partar í kommunala bygnaðinum. Tað liggja nógvar kenslur í lokalpolitikkinum, tað eru ymsar hugsjónarligar meiningar um kommunurnar, og hvussu tær skulu fíggja síni viðurskifti. Tí vil eg heita á tingfólk at finna saman í semju og fáa konsensus um hetta stóra og týdningarmikla mál. Tað er ógvuliga umráðandi, at kommunurnar loksins fáa greitt at vita frá politiska myndugleikanum, hvat skal henda á kommunala økinum. Tað hevur ávirkan á kommunurnar, at vit hava meldað út í eyst og vest, tí tað skapar ótryggleika og fjáltur á kommunurnar, og tí er ætlanin at seta ein bólk við løgtingslimum úr øllum politiskum flokkum og avvarðandi landsstýrisfólkum at finna fram til eina loysn á málinum. Hetta er neyðugt fyri at tryggja eitt parlamentariskt grundarlag fyri einari loysn á kommunala økinum. Tær breiðu semjurnar eru tær, sum vara longst, tí kommunubygnaðurin skal helst ikki broytast radikalt, so hvørt samgongur skifta. Kommunufeløgini verða sjálvsagt ein nátúrligur hoyringspartur í allari tilgongdini, soleiðis at broytingarnar verða gjørdar í tøttum samstarvi við kommunurnar, og harvið fáa feløgini bæði ávirkan á politisku tilgongdina.

Spurningurin, vit nú standa við, og sum nógv seta sær er, hvat er veruliga endamálið við kommunusamanleggingini? Er tað bara vorðið eitt mantra, tí vit nú hava tosað um hetta í so mong ár, at nú má bara okkurt henda? Hetta okkurt meti eg vera skaðiligt. Spurningurin, sum vit eiga at seta okkum er, hvat er okkara visjón við kommunualu broytingunum? Hvat er tað fyri eitt samfelag, vit vilja fáa burtur úr hesum broytingum? Er visjónin eitt bílígari samfelag? Er visjónin at varðveita bygdasamfelagið? Er visjónin eitt meiri gjøgnumskygt samfelag ella er visjónin, at vit fáa eitt betri samfelag at búleikast í.

Fyri at vera erlig, so vænti eg ikki, at vit fáa eitt bílígari samfelag her og nú, sum kann hjálpa okkum úr fyristandandi fíggjarkreppu - men eg vænti, at vit fáa eitt meiri gjøgnumskygt og meiri rúmsátt vælferðarsamfelag. Størri umsitingar kosta væl meiri í rakstri, og verður tað óivað ein dýrkan av umleggingini; men í longdini fáa vit eitt vælferðarsamfelag, har tað verður spennandi at búleikast í. Tað verður meiri attraktivt hjá føroyingum og øðrum at flyta heim aftur, og við øktum fólkavøkstri fáa vit eisini búskaparvøkstur. Eg skal greiða eitt sindur nærri frá hesum, og eftirsum vit hava altjóða ár fyri lívfrøðiligt margfeldi, vil eg taka eitt dømi frá lívfrøðini.

Orðið burðardyggleiki er eitt heiti, vit ofta seta í samband við lívfrøðina. Ein vistfrøðiskipan eru uppbygd av fleiri lívsløgum; í sjónum kunnu nevnast plankton ella æti, fiskur og hvalur, sum eru tengd at hvørjum øðrum. Minkar ella doyr ein bólkur, er stórur vandi fyri, at tað fær stóra ávirkan á aðrar lívverur í føðiketuni ella í vistfrøðiskipanini. Tann minna veran er líka so týdningarmikil sum tann stóra, tað lítla planktoni er líka so týdningarmikið sum tann stóri hvalurin, tí at tey eru beinleiðis ella óbeinleiðis tengd at hvørjum øðrum. Soleiðis er tað eisini við kommunum. Vit skulu fjálga um hvørja einstaku eind, soleiðis at vit fáa eina burðadygga kommunuskipan. Tann minna eindin er tengd at teirri størru kommununi og øvugt, tí tær komplementera hvørja aðra, sum ein og hvør vistskipan ger.

Tá ið kommunurnar trívast, so trívist landið eisini. Hesar burðardyggu kommunurnar tryggja okkum, at vit fáa eitt sunt vælferðarsamfelag, tí at tað er í lokalumhvørvinum, í nærdemokratiinum, at vit síggja tey bestu úrslitini. Tað er tá ið borgarin fær ávirkan á fólkaskúlan, á barnaansingarøkið, á eldraøkið at broytingarnar henda. Vit kunnu taka eitt dømi við barnaansingarøkinum. Um hetta økið framvegis hevði ligið hjá landinum, so var hesin trupulleiki neyvan loystur í dag - men økið varð lagt til kommunurnar, og tað bleiv meiri og minni loyst. Vit kunnu taka fólkaskúlan - eg ivist í, um landið hevði bygt allar teir fólkaskúlar, sum nú blomstra í teimum ymsu kommununum í dag

Alfa og omega í øllum hesum er, at við størri eindum og veruligum kommunalum sjálvræði fáa kommunurnar møguleika til at disponera og raðfesta sínar uppgávur til fyrimunar fyri borgarin. Man kann siga, at jú minni eindin er, jú størri ávirkan hevur borgarin. Hetta er nokk so einfalt at siga, tí tað er samstundis neyðugt at hyggja eftir, hvat og hvørjar uppgávur er tað, sum borgarin hevur ávirkan á. Ì einari lítlari kommunu er nærleikin millum borgaran og politikaran tættur, men her er neyðugt at hyggja nærri eftir, hvørjar hesar uppgávur eru, og hvussu tyngdin er í hesum uppgávum. Eg meti, at borgarin hevur størri ávirkan jú fleiri týdningarmiklar uppgávur liggja hjá kommununum t.d. fólkaskúlin og eldraøkið, sum í síðsta enda gevur borgaranum størri ávirkan.

Somuleiðis er tað eisini neyðugt at tryggja fólkaræðisligt gjøgnumskygni, tvs at tað er greitt fyri borgaran, hvør veruliga hevur ábyrgdina á teimum ymsu økjunum. Sjálvt um lógarverkið sigur okkum, hvar ábyrgdin liggur, so er hetta langt frá líka greitt fyri borgaran. Vit kunnu taka eldraøkið sum eitt dømi. Her er lógarverkið so mikið fløkt, at tað er trupult hjá veljaranum at plasera ábyrgdina til eitt val, um man ynskir at vísa sína ønøgd ella nøgd við, hvussu økið verður umsitið.

Vit størri burðardyggum eindum fáa vit eisini sterkari fyrisitingar, ið kunnu tryggja borgarunum ta rættartrygd, hann eigur í einari og hvørjari saksviðgerð. Borgarin setir krøv til rættartrygd og fyristingarliga professionalismu í allari sakarmálsviðgerð og tað ber til at fáa hetta við størri kommunalum eindum.Við sterkari fyrisitingum skapa vit eisini áhuga hjá útbúnum fólkum at leita út til útjaðaran, og vil hetta fáa positivar ringvirknaðir á kommunueindina. Við størri kommunueindum fáa kommunuarnar eisini størri rásarúm til at raðfesta mentan, ungdómshús, tilboð til ung og eldri til tess at fjálga um trivnaðin á staðnum. Økt mentanartilboð er ein treyt fyri trivnaðin. Borgarar seta størri og størri krøv til trivnaðin á staðnum, og jú størri fíggjarligt rásarum kommunan hevur til tess at raðfesta trivnaðin, tess meira fjálgar man um borgaran og ger tað áhugavert at búleikast í kommununi.

Eg eri onga løtu í iva um, at við størri kommuneindum, har kommunuarnar hava kommunalt sjálvræði til at raðfesta tey ymsu økini, har kommunuarnar fáa fíggjarligt grundarlag at raðfesta uppgávur so sum barnaansingarøkið, fólkaskúlan og eldraøkið, vil hetta verða viðvirkandi til økta vælferð og øktan trivnað á staðnum. Við øktum trivnaði og øktari vælferð fáa vit eitt betri samfelag, eitt meiri rúmsátt samfelag, sum er ein grundleggjandi fortreyt fyri fólkavøkstri og harvið búskaparvøkstri. Mín vísjón við kommunalubygnaðarbroytingunum er tí at skapa umstøður fyri vælferð, trivnað og vøkstri.