Er hetta kanska í vón um at skora nakrar eyka atkvøður?
Tú sigur teg vera politiskan formann í flokkinum, onkur heldur formann í tingmanningini.
Er tað ikki tann profilurin, sum skal vera savnandi.
Kanska havi eg misskilt eina formansuppgávu.
Í degi og viku
Tá fiskidagarnir vóru samtyktir, tá var hesin formansfigururin úti í miðlunum og brúkti krútið upp á partamannin Gerhard, beinleiðis og ósakligur, tí eg ikki hevði atkvøtt ímóti samgongurni og ikki heldur ballaði meg undir skjútuvelið hjá Høgna Hoydal og Miðflokkinum.
Eg hugsaði, tí er hetta framtíðin hjá flokkinum, hvat hendir so.
Hvat hendi nú
Jú, nú var hesin møguligi formansfigururin skerflatur í íslandskum miðlum og niðurgjørdi partamannin. Jú visti hesin sokallaði formaðurin ella savnarin at siga, at tíðin hjá Gerhard í flokkinum skuldi vigast á fundi í partínum.
Hvat er tín trupulleiki, hvat hevði Gerhard Lognberg forbrotið seg ímóti flokkinum, tað standi eg spyrjandi um.
Um tú er í ferð við at føra eitt hvørt formansval, so vendir tú helst kanónuni skeivan veg, tí neyvan kemur Gerhard so høgt í partínum at blíva formansvalevni.
Annars skilti eg, at tú var til døgurðan undir »Kambinum« vælgagnist við tí, eg var sjálvsagt ikki boðin við, men álíkavæl so skuldi alt dreyga seg um Gerhard.
Annars
Skuldi Politiski formaðurin ella formaðurin í tingmanningini havt annað at gjørt, eg hevði hildið, at vit heldur skuldu staðið, øksl ímóti øksl, vart tey láløntu í samfelagnum, arbeiðaran, fiskimannin ella verkafjøldina sum heild, tí har er nógv hjá Javnaðarflokkinum at ríva í.
Annars havi eg meira enn so rætt hesum unga alvanum eina hond, men má ásanna, at eg havi fingið gráðin tøkk frá honum.
Men teir sum sparkaðu eftir tær, hevur tú sett høgt og eru tínir ráðgevarar.
Nei góði John, brúka krútið til okkurt skilabetri enn at niðurgera partamannin.
So var nokk fyri hesaferð.
Við javnaðarkvøðu