Sjálvstýrisflokkurin legði herfyri eitt skilagott uppskot fram um at gera eina nøgdsemiskanning av tí almenna. Ein og hvør tænastuveitari – eisini tað almenna – eigur at vera vigaður viðhvørt av teimum, ið tey eiga at tæna.
Hetta er ein sjálvfylgja, og serliga er hetta neyðugt hjá okkum, har tað almenna er vaksið við hundraðtals fólkum seinnu árini.
Tað er lítið at ivast í, at tey allarflestu, ið arbeiða innan tað almenna eru pliktuppfyllandi og gera sítt arbeiði eftir besta førimuni innan tær skipanir og teir karmar, sum nú einaferð eru givinir. Men hvør sigur, at karmarnir eru rættir? Hvør sigur, at skipaninar innan tað almenna virka nóg væl?
Okkara miðfyrisiting virkar ikki nóg væl í summum førum. Hon tykist fyrst og fremst at raðfesta, at tiknar avgerðir skulu verjast, ístaðin fyri at hyggja at, hvat er rangt og rætt, og hvat tænir borgaranum best.
Tað kundi verið sera áhugavert at fingið eina nøgdsemiskanning av eitt nú miðfyrisitingini. Hví vilja politikarar ikki vita, hvat viðskiftafólkini hjá miðfyrisitingini halda? Eingin sigur, at afturmeldingarnar fara at vera meiri negativar enn positivar.
Tað nyttar einki at seta tingini svart/hvítt upp og gerast firtin, um onkur politikari setur spurnartekin við tann almenna sektorin í dag.
Í einari stórari skipan, so vil tað altíð vera okkurt, sum riggar væl, meðan tað vil vera annað, sum riggar minni væl. At avnokta hetta, er at nokta at síggja veruleikan, sum hann er.
At spyrja miðfyrisitingina og almennar stovnar, hvat hesi halda um seg sjálvan, gevur eina rættiliga forútsigiliga niðurstøðu. Tí mugu vit skjótast gjørligt fáa eina nøgdsemiskanning av tí almenna, so at vanligi skattgjaldarin kann siga sína meining.
Ein nøgdsemiskanning er eisini ein kærkomin møguleiki at geva almennum stovnum og starvsfólkum eitt herðaklapp. Tað er eingin ivi um, at nógv rós vil koma frá borgaranum. Tað eru nógvir stovnar, sum klára seg ótrúliga væl, tá man hugsar um, hvussu lítið hesir hava at arbeiða við. Um so er, at nakað er galið, so vil tað í flestu førum verða skeivir karmar og skeivar skipanir, sum eru orsøkin. Tað er ábyrgdin hjá politikarnum og ikki hjá starvsfólkunum.
Tí má niðurstøðan verða, at tá allir tinglimir uttan tríggir ikki vilja samtykkja eina nøgdsemiskanning av tí almenna í Føroyum, so verja tinglimirnir bara seg sjálvar og ikki almenn starvsfólk.