Hví ikki gleðast við teimum????

... ein viðmerking til eina løgna sending í einum løgnum sjónvarpi.

Jenis av Rana

Eftir at hava sæð sendingina EKKÓ sunnukvøldið, sæð hesi fittu, glaðu, strálandi ungu við so ymiskum bakgrundum, sat eg eftir við spurninginum- hví gjørdi kringvarpið ikki eina sólskinssøgu burturúr hesum tilfari?
Hví valdi sjónvarpið at sáa iva, at vænta nakað ringt, illteinkja og insinuera, hví loyva presti at speireka, hví og aftur hví?
Hví ikki gleðast við hesum, sum hava funnið Hann, sum tey elska framum alt annað. Hann, sum tey hava valt at liva saman við, at tilbiðja, at seta alt álit sítt á og í takksemi at liva fyri?
Gleði, friðsæla og tryggleiki skein av teimum, hví ikki focusera uppá tað, finna út av hvussu tað ber til- og annars bara gleðast við teimum?
Bygdi sendingin á dømir um ung, ið vóru vorðin vónsvikin og kanska komin illa fyri av tí lívi og lívshátti hesi hava valt? Nei als ikki.
Tey vóru glað og høvdu sett álit sítt á nakað, ið heldur, tá á stendur. Hví er tað, sambart almenna sjónvarpinum, illgrunasamt?
Hesi liggja ikki hjálparleys og rúsaði úti á náttargøtunum!
Tú finnur tey neyvan í fangaklivum ella sundursorlaði og neyðtikin av heimsins rúsi út á smáu tímar náttarinnar.
Tey fylla neyvan skaðastovur okkara teir tímarnar, tá mong foreldur hjálparleys liggja í andvekri og bíða eftir sínum ungu.
Tey gleðast uttan rúsandi evni, tey vakna til ein nýggjan dag uttan timburmenn, tey hava fantastiskar ætlanir um at liva fyri Harra og meistara sín. Tey royna at vinna onnur fyri Frelsaran, tey gera ongum nakað ilt.
Hvat hava tey gjørt sjónvarpi okkara?
Hví gleðist sjónvarpsmanningin ikki saman við teimum?

p.s. annars mátti onkur hvalbingur verið so frægur at fari yvir til prest við einari bíbliu og víst honum, hvat orð Guds sigur um umvending- og um at geva.