Hví ikki EITT føroyskt oljufelag!

Oddagrein:

Hóast mong kanska ikki geva tí serligan ans, so kunnu sjálvt smá fet í royndunum at finna olju við Føroyar, telja nógv. Eitt slíkt fet eru tíðindini um, at StatoilHydro nú er farið at skjóta seismikk á landgrunninum. Og enn hugaligari – felagið hevur tikið avgerð um at bora í minsta lagi enn ein brunn. Vit kunnu bert fegnast og vóna, at StatoilHydro fer at gera sítt til at halda lív í oljuleitingini. Í løtuni er tað lokomotivið, ein leiklut felagið hevur fingið eftir, at BP fór undir at pakka saman her. Vit mugu tó ikki gloyma hini feløgini, sum eisini eru hugað at brúka íløgupengar við Føroyar. Her ikki minst italska ENI, sum í løtuni kann standa til at gerast felagið, sum finnur fyrstu oljuna við Føroyar.

 

Tað er eisini hugaligt at frætta, at føroysku oljufeløgini eru við í kanningunum, sum StatoilHydro stendur fyri og harvið eisini kunnu vera við í boringini um nøkur ár. DONG er eisini við, so vit tosa um eitt reint norðurlendskt konsortium. Tað hevði verið hugaligt, um hetta fann rakstrarverdugar nøgdir av olju.

 

Nógvir føroyingar hava sett pengar í tey bæði føroysku oljufeløgini, og tað hevði verið gott, um bæði tvey vóru við, tá olja vónandi verður funnin. Henda møguleika hava vit so, tá StatoilHydro fer at bora. Men um ENI ger eitt fund næsta ár, tá er so tað eina av hesum feløgum við.

 

Men hví ikki standa saman heldur enn spjødd, tá tað um hetta okkara felags áhugamál ræður: at finna olju við Føroyar og vera við í oljuleiting og framleiðslu í okkara grannalondum! Hóast Atlantic Petroleum við dugnasemi hevur megnað at menna seg til at gerast framleiðandi felag, so vita vit eisini, at felagið er í tungum sjógvi. Nakað, sum ikki er óvanligt fyri smærri oljufeløg, serstakliga tá oljuprísurin fellur og ikki er tann man hevði roknað við. Eykaaðalfundur er í felagnum fríggjadagin, har tríggir nýggir nevndarlimir skulu veljast. Vit kunnu so bara gita, hvat hetta fer at merkja. Helst fara vit at síggja fleiri broytingar. Spurningurin er so hvørjar. Í eini tíð har tað er heilt vanligt, at oljufeløg leggja saman fyri at standa sterkari, kundi verið náttúrligt at spurt, um tað ikki hevði gagnað teimum túsundtals føroysku partaeigarunum í AP og teimum hundraðtals í FP, um feløgini stóðu ella løgdu saman!

 

Vit skulu ikki gera okkum klók uppá alt hetta men vilja kortini loyva okkum at spyrja, um hetta ikki kundi verið ein logisk fylgja út frá teirri støðu, sum AP er í! Kann ein samanlegging fara at merkja, at teir føroyingar, sum hava sett og ætla at seta pengar í oljuvinnuna, kunnu kenna seg tryggari við sína íløgu! Og kann ein slík samanlegging ikki eisini gera tað lættari at fáa veruligt samstarv við útlendsk oljufeløg, sum fara at ganga undan í leitingini her hjá okkum í framtíðini! Kundi hetta ikki verið ein ideel konstellatión – við EINUM føroyskum oljufelag, sum stóð sterkari á heimamarknaðinum og sum rakk longur út á altjóða marknaðin! Hetta er so ein møguleiki - ella er tað? Vit fara í hvussu er at ynskja feløgunum góðan byrð í framtíðini – hvør sær ella saman.