Meðan samgonguflokkarnir hava gjørt greitt, at teir taka undir við einari varligari og gjøgnumskygdari einskiljing av Føroya Fiskavirking, so hava stóru andstøðuflokkarnir havt eina aðra støðu til málið. Formaður Javnaðarfloksins hevur boða frá, at hann metir tað verða "óðamannaverk" at einskilja Føroya Fiskavirk-ing og at hann ynskir at varðveita fyritøkuna á almennum hondum. Sambandsflokkurin hevur sagt seg ikki vilja einskilja enn.
Eg taki als ikki undir við støðutakanini hjá ser-stakliga Javnaðarflokkinum og skal eg hervið í stuttum greiða frá, hví tað er skilagott at fara undir varliga einskiljing av eitt nú Føroya Fiskavirking.
Hvat ?
Framtaksgrunnurin eigur í dag vegna Føroya Landsstýri eitt nú Føroya Fiskavirking og Føroya Fiskasølu. Hetta eru fyritøkur, ið vórðu fíggjarliga bjargaðar av tí almenna undir kreppuárunum og harvið gjørdust almenn ogn. Tjóðveldisflokkurin og hinir samgonguflokkarnir vilja virka fyri, at hesar fyritøkur gerast privat vinnuvirksemi aftur.
Hvussu ?
Einskiljingin av almennu ognunum, ið fyrr hava verið privat virksemi, skal fara fram á varligan og gjøgnumskygdan hátt soleiðis, at øll fáa høvi at bjóða uppá hesar ognir og selt verður til hægsta prís. Tí verður nýggi føroyski virðisbrævamarknaðurin eitt gott amboð til at fremja einskiljingarnar.
Um eitt nú Føroya Fiskavirking ynskir ein sokallaðan "strategiskan partnara", hevur hesin møguleika at keypa ein stóran partabrævapart á jøvnum føti við onnur. Viðvíkjandi útlendskum kapitali, so kann hesin avmarkast um hetta verður ynskt. Eisini kann verða selt í stigum yvir eitt áramál.
Undir øllum umstøðum skal tryggjast, at føroyski skattgjaldarin, sum í dag m.a. eigur Føroya Fiskavirking - umvegis Føroya Landsstýri og Framtaksgrunnin - fær sum mest fyri hesa og aðrar fyritøkur.
Hví ?
Hví eigur at verða farið undir einskiljing av eitt nú Føroya Fiskavirking ?
? Greiðar linjur millum privat og alment
Tað er av alstórum týdningi, at vit fáa greiðar linjur millum alment og privat virksemið soleiðis, at vanligt vinnuvirksemi er privat meðan vanligar almennar tænastur eru almenn uppgáva. Neyðugt er, at tað er klárt hvør hevur ábyrgd og átekur sær vágan á ymisku økjunum.
? Leggjast kann afturat tænastur sum postverkið, telekervið og strandferðslan í Føroyum helst egna seg betur á almennum hondum, hóast hesar tænastur eru privatar í nógvum størri londum. Orsøkin er tann, at Føroyar eru eitt lítið land við lítlum íbúgvatalið sum ikki gevur grundarlag fyri umfatandi kapping á økjunum og tískil kann einskiljing av ymiskum tænastuvirksemi enda við privatum monopoli - tá heldur hava alment monopol.
? Minni vági fyri tað almenna
Hóast Føroya Fiskavirking í dag er ein fyritøka, ið gevur yvirskot, so er als ongin vissa fyri, at soleiðis verður í framtíðini. Av tí, at fyritøkan er almenn ogn, liggur vágin hjá tí almenna - hjá landskassanum. Hetta kann gerast sera óheppið og dýrt í ringum tíðum. Hesin vági verður fluttur yvir á privatar hendur við einskiljing av fyritøkuni.
? Minni kappingaravlagandi virksemi
Tá ið almennur peningur verður nýttur at at stuðla og keypa fyritøkur uttan at nakað avlop krevst afturfyri, hevur hetta eina kappingaravlagandi ávirkan. Stórtsæð allar privatar fyritøkur geva eigarum sínum fíggjarligt avlop, men hetta er ikki eitt krav fyri føroyskar almennar fyritøkur - Føroya Banki undantikin.
? Frígeva bundin almenn virðir
Eisini hevur tað almenna stórar peningarligar upphæddir bundnar í stóru almennu fyritøkunum.
Landsstýrið hevur uml. 3,5 mia. (pr. 31. des. 2000) í eginkapitali í fyritøkum og av hesum er tað bert Føroya Banki (uml. 1,5 mia.), ið hevur goldið part av yvirskoti sínum til landskassan. Harvið hevur Landsstýrið bundið góðar 2 mia. í fyritøkum uttan at hesar íløgur geva nakað beinleiðis avkast av sær til landskassan. Hetta er peningur hjá føroyska skattgjaldaranum, ið kundi verið nýttur øðrvísi og meira gevandi. Við einskiljing av eitt nú Føroya Fiskavirking fær tað almenna sostatt møguleika at umsita henda pening á annan hátt.
"Skilaverk" at fremja varliga einskiljing
Ikki er neyðugt hjá tí almenna at reka privat vinnuvirksemi og harvið minka um privata virksemið í landinum, binda almenna fíggjarorku og átaka sær óneyðugan vága. Tí kann eg als ikki taka undir við Javnaðarflokkinum, ið metir tað verða "óðamannaverk" at einskilja eitt nú Føroya Fiskavirking. Hetta er hinvegin "skilaverk" um farið verður fram á varligan og gjøgnumskygdan hátt.