Marjus Dam
? Ídag er galdandi, at landskassin heldur landsvegir okkara. Hesir landsvegir eru ídag bert vegir á landi. Tað eru vit øll felags um at gjalda.
? Tá talan er um sigling ímillum oyggjarnar, so verður annar hugsunarháttur galdandi. Nú skal gjaldast fyri at ferðast. Serliga er tað útjaðarin, ið fær hesa rokning. Hendan útjaðaraøkisrokningin er ferðaseðlainntøka hjá SL. Hesin útjaðaraøkisskatturin var 40 milliónir krónur seinasta ár.
? Tá útjaðarin í flestu støðum hevur trupul kor, er tað so rætt at geva fólki og vinnu eyka rokning uppá hesar 40 milliónir krónurnar árliga afturat? Er tað rættvíst kann ein spyrja?. Kann gerast á annan hátt?
? Ja, tað ber væl til!
? Um hesin útjaðaraøkisskatturin varð heilt avtikin og játtanin til SL tilsvarandi økt, so hevði kostnaðurin fyri hvønn einstakan lønmóttakara verið 128 krónur um mánaðin (um vit eru 26000 lønmóttakarar). Tá er vinnan ikki rokna við. Og ferðslan um sundini hevði verið sett javnt við ferðsluna uppi á landi. Ikki ein stór upphædd, munnu flest øll vera samd um. Og hesar 40 milliónir krónurnar, sum útjaðarin ídag nærum einsamallur skal gjalda, hevði bert verið goldin á annan hátt - av øllum. Og tí onki kosta meira.
? Tað hevði verið útjaðaraøkispolitikkur so tað stóð eftir.
Tað áttu vit at gjørt nakað við - skjótast gjørligt.
? Vit høvdu tá meira viðurkent, at vit vóru oyggjasamfelag, har øll høvdu somu rættindir
? Ferðandi og vinna sluppu undan tí kappingaravlagan, tað er at gjalda 40 milliónir krónur eyka,
? Eina upphædd, ið øll áttu at lyft í felag!