Hví Hvítabók..?

øøø

Ein hvítbók er sambært móðurmálsorðabók okkara, »savn av skjølum (í hvítari permu) um politisk mál«. Hetta hugtak var hitt fyrsta, ið landsstýrið nýtti í sambandi við bókina.


Kanska til tess at fáa futt í, gjørdu føroyskir fjølmiðlar hugtakið eitt sindur meira hátíðarligt, og nevndu bókina Hvítabók. Hetta heitið hevur Landstýrið tikið til sín.


Annars sipar hvíti liturin á heiti og kápu til, at talan er um eina nýggja byrjan; eitt óskrivað blað?