Hví hevur P/F Ítróttarvedding ikki biðið um samstarv við Norsk Tipping og Svenska Spel?

     

Heri Simonsen
·?????????????

Ein ikki sørt óttafullur stjóri í P/F Ítróttarvedding var at hoyra í ÚF týskvøldið 24. februar.
Altjóða veddingarfyritøkan Ladbrokes hevur opnað eina konto í føroyskum peningastovni, og kann tað gerast orsøk til, at samstarvsavtalan millum Dansk Tipstjeneste og Ítróttarvedding verður uppsøgd. Danir fara at negla fyri hurðina, og ítrótturin, mentanin og ungdómsarbeiðið fara at missa smáar 7 miljónir krónir! Hetta er sjálvsagt ógvuliga harmiligt, um tað kemur so langt. Men áðrenn man heilt missir mótið, átti man kanska at kannað aðrar norðurlendskar samstarvsmøguleikar.

Betri tænastu
Norsk Tipping og Svenska Spel, sum eru almennu veddingarfyritøkurnar í Noregi og Svøríki hava eina nógv betri tænastu fyri tey, sum tippa og oddsa. Í Noregi og Svøríki kan ein vedda uppá "singlir", t.v.s. ein kann vedda útfallið: 1-X-2 uppá bara ein dyst. Ein norskur og svenskur oddsveddari nýtist bara at stríðast við 3 ymisk útfall av veddimálinum. Tað er bert hendingaferð, fyri ikki at siga ongantíð, at vit føroyingar (danir og grønlendingar) sleppa at vedda útfallið: 1-X-2 av bert einum dysti. Hjá Dansk Tipstjeneste er man tvungin at vedda útfallið av í minsta lagi tveimum dystum. Tað merkir, at ein skal stríðast við 9 ymisk útfall. Norsk Tipping og Svenska Spel hava also eina munandi betri tænastu at veita sínum oddsveddarum, enn Dansk Tipstjeneste. Haraftrat hava Norsk Tipping og Svenska Spel - í gjøgnumsnitt - væl hægri odds at bjóða sínum kundum enn danska monopoltænastan. Hetta ger, at nógvir føroyingar heldur vedda á alnótini!

Meira í puljuni
Taka vit klassisku leygardagstippingina, er hópin hugaligari hjá veddarum at tippa leygardagstipping hjá Norsk Tipping og Svenska Spel. Meðan tipspuljan hjá Dansk Tipstjeneste sjáldan klárar upp um 6 miljónir DKK, so liggur norska tipspuljan javnt og samt ímillum 25-30 miljónir NKK. Svenska tipspuljan er eisini væl størri enn tann danska, um ikki líka stór, sum tann norska. Um Dansk Tipstjeneste hóttir tykkum í P/F Ítróttarvedding, so er ein gongd leið at spyrja seg fyri hjá Norsk Tipping ella Svenska Spel, og biðja um samstarv higani. Nógvir føroyskir tipparar og oddsarar, ið heldur vilja vedda hjá einum alnóts-bookmakara høvdu aftur byrja at tippa og oddsa hjá terminalunum hjá P/F Ítróttarvedding, um teir høvdu fingið tey oddsini, og tað tænastuna, sum Norsk Tipping og Svenska Spel hava at bjóða sínum kundum!

Tipsblaðið harðan kritikk
Eingin hevur kritiserað Dansk Tipstjeneste so nógv sum júst Tipsblaðið. Tipsblaðið hevur fleiri ferðir biðið Dansk Tipstjeneste um at spegla sær í Norsk Tipping og Svenska Spel. Men hetta hevur verið sum at sláa ein kodda! Sjálvur tori eg at garantera P/F Ítróttarvedding, at teir høvdu fingið ein nógv størri umsetning, tá ræður um tips og odds, um teir høvdu havt terminalar hjá Norsk Tipping ella Svenska Spel. M.a. íslendska veddingartænastan samstarvar við Svenska Spel á fleiri økjum. Norsk Tipping og Svenska Spel hava líka nógv tóm lottospøl sum Dansk Tipstjeneste so á lotto-økinum hevði P/F Ítróttarvedding ikki mist nakran pening. Spyrjið tykkum fyri hjá Norsk Tipping og Svenska Spel. Føroyar eru sætta norðurlandið, og samvinna okkara eigur at verða við øll norðurlond. Eisini tá ræður um ítrótt og ítróttarvedding. Føroyska veddingarlógin heimilar P/F Ítróttarvedding at velja Norsk Tipping ella Svenska Spel fram um Dansk Tipstjeneste. Í Noregi og Svøríki fara "tipsmidlarnir" eisini til ítrótt, ungdóm og mentan! Ella skal bara alt í Landsuðri liggja?