Tíðargrein í Sosialinum 5. mars:
Karakterir gera, at næmingar læra ikki at fáa djúpt innlit; karakterir elva ikki til kritiska hugsan ella fakligan áhuga; og teir leggja ikki upp til samstarv. Nógv gransking vísir, at karaktergeving er skaðilig fyri læring, og tí áttu vit at gjørt upp við hesa siðvenju. At karakterir verða givnir eftir lokna útbúgving, er helst eitt slag av “necessary evil”. Stóri trupulleikin er, at karakterir verða givnir í ólukkumát fyri avrik hjá næmingum, meðan teir læra.
Karakterir og karakterstigar eru nýggj fyribrigdi. Teir komu fram sum avleiðing av ídnaðarkollveltingini og eini vaksandi bureaukratisering. Tað var ikki við læring fyri eyga, men heldur av leti, at karakterstigar vórðu uppfunnir.
Í 1785 skrivar rektarin á Yale, at hann hevur býtt studentar, sum møttu til próvtøku, í 4 bólkar: teir bestu, teir næstbestu, teir verru og teir ringastu. Hetta er kanska fyrstu ferð, at karakterir eru givnir á hægri skúla í USA. Trý ár seinni kom fyrsti karakterstigin á universitetinum í Keypmannahavn – hann hevði 5 stig.
Í Cambridge í Onglandi byrjaði lærarin William Farish at geva karakterir í 1792. At læra næmingarnar at kenna tók ov nógva tíð frá honum, tí tað kravdi, at hann setti seg inn í, hvat teir skiltu, og hvussu teir lærdu. Nú var ikki longur neyðugt hjá honum at geva sær far um, hvat næmingarnir hugsaðu, og hvat teir skiltu. Karakterskipanin gjørdi tað fyri hann.
Karakterstigar komu fram ymsastaðni um somu tíð, og tað var ikki av tilvild. Karakterlíkar skipanir vóru longu gjørdar fyri arbeiðsmenn í verksmiðjum fyri at vita, um vørurnar høvdu tann standard, ið kravdist. Í kjalarvørrinum av ídnaðarkollveltiningini kom karakterkollveltingin í skúlunum.
Í 19. øld kom ferð á at gera karakterstigar. Ug-stigin í Danmark kom í 1805 – hann hevði 6 stig. Í 1830’unum varð farið at seta tøl á karakterirnar, og í 1845 vórðu tøl sett á Ug-stigan, sum síðani varð nevndur Ørsted-stigin.
Aðrastaðni vóru ymiskir karakterstigar royndir í 19. øld. Síðst í øldini varð ABCDEF-stigin uppfunnin. Mark Durm, ið hevur kannað karakterstigar í søguni, kemur til ta niðurstøðu, at henda søgan er merkt av, at skúlar og myndugleikar trilva seg fram í blindum.
Í 1963 kom 13-stigin, og varð settur í verk árini aftaná, fyrst í realskúlanum og á miðnámi og seinni á hægri námi. Hann var linjubeinur, og tískil øðrvísi enn Ørsted-stigin.
##med3##
7-trinstigin
Tað høpisleysa við karakterum verður serliga sjónligt, tá ið vit skifta frá einum karakterstiga til annan. Eitt dømi um hetta er, tá ið vit fóru frá 13-stiganum til 7-trinstigan. Mentamálaráðið skipaði fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 25. august 2008. Endamálið var at greiða lærarum frá, hví vit í Føroyum skuldu hava tann nýggja 7-trinstigan, sum varð settur í verk í Danmark frammanundan.
Ein fyrilestrahaldari segði, at lýsingarnar av karakterum í 13-stiganum vóru óhepnar, og nevndi 10 sum dømi: 10 gives for den udmærkede, men noget rutineprægede præstation (av handahógvi merkt avrik). Eg lendi í Vágum í gjár, segði hann, og var fegin um, at flogskiparin hevði eina av handahógvi merkta lending, og ikki fann upp á nakað sjálvstøðugt.
Henda søgan varð brúkt sum grundgeving fyri, at 13-stigin ikki longur var tíðarhóskandi. Søgan hevur síðani elvt til kjak millum lærarar. Summi føra fram, at næmingar á miðnámi eru ikki flogskiparar, og vit mugu eisini geva høg met fyri tað originala og geniala. Lýsingar av karakterunum í 7-trinstiganum bera brá av, at tað ræður um ikki at gera feilir – í tráð við søguna um lendingina í Vágum.
Á somu ráðstevnu greiddi ein annar frá, at 7-trinstigin var neyðugur, tí hann samsvaraði við ECTS-stigan: A, B, C, D, E, Fx, F. Hann fór at gera tað lættari hjá donskum og føroyskum næmingum at søkja á hægri lærustovnar í londum, sum ikki skiltu 13-stigan. Ein áhoyrari spurdi, hví 7-trinstigin so var í tølum og ikki bara bókstavum. Svarið var: Det er fordi vi vil kunne regne et gennemsnit. Men hví tey vildu tað, kom hann ikki nærri inn á. Orsøkin er helst, at hægri lærustovnar tíma ikki at lesa miðnámsprógvini hjá umsøkjarum, men lata eitt miðal¬tal gera av, um næmingar koma inn á útbúgvingarnar ella ikki. Eins og hjá letinginum William Farish er karakterskipanin ein umbering til at sleppa undan at gera hetta arbeiði til lítar.
Ein áhoyrari spurdi, hví tølini í 7-trinstiganum eru so løgin: 12, 10, 7, 4, 02, 00, -3. Hví sigur man ikki bara ein stigi frá 0 til 6 ella frá 1 til 7? Svarið var, at man miðar eftir einum normalbýti, har 7 er miðjan, og so eru tveir karakterir báðumegin 7-talið, og tá eru metini 00 og -3 ikki tald við. Intervallini ímillum karakterirnar eru ásett út frá hesum. Men tað skuldi ikki verið neyðugt, tí normalbýti sipar til títtleikan av karakterunum, soleiðis at intervallini kundu verið líka stór. Tí var viðkomandi at spyrja, hví 7-trinstigin ikki bara var frá 0 til 6 ella frá 1 til 7.
Karakterstigar í øðrum londum
Í øðrum londum eru karakterstigar rættiliga ymiskir. Í summum londum eru ikki somu stigar galdandi á miðnámi og hægri námi. Eisini broyta londini ofta karakterstigar. Í talvuni eru nøkur dømi um karakterstigar á miðnámi.
Sí talvuna niðanfyri:
##med2##
Stigarnir hava millum 5 og 21 trin; og sjálvt stigar við líka nógvum trinum eru truplir at samanbera, tí markið fyri staðið er ikki tað sama. Í summum londum er hetta mark ikki knívskorið, tí tey skilja ímillum at fáa prógv og at sleppa víðari.
Tá ið vit kanna søguna um karakterstigar, hvussu teir eru broyttir, og hvussu ymiskir teir eru í ymiskum londum í dag, er niðurstøðan, at eingin karakterstigi er tann rætti. Øll trilva seg fram í blindum, og hvørja ferð ein nýggjur stigi hevur verið royndur eina tíð, koma atfinningar, og so kemur ein nýggjur stigi, sum heldur ikki er tann rætti.
Hava karakterstigarnir verið til nakra nyttu?
Hetta kundi bent á, at karakterir og karakterstigar hoyra ikki heima í undirvísing og læring. Eitt er, at karakterir verða brúktir til summativa meting: at skriva endalig prógv. Annað er, at karakterir verða brúktir at meta um avrik hjá næming¬um, meðan teir læra. Nógv gransking seinastu 30 árini vísir, at tað er skaðiligt fyri læringina at døma næmingin, meðan hann er í ferð við at læra. Dømi um granskarar og høvundar, ið hava skrivað um hetta, eru: Ruth Butler, Paul Black, Dylan Wiliam, Alfie Kohn, Starr Sackstein og Mark Barnes.
Vit gera tað kortini, tí ilt er at sleppa av við gamlar vanar. Ein onnur orsøk er, at tað er ásett við lóg, at vit skulu geva støðu¬met ella ársmet, sjálvt um fakið ikki er endaligt. Ein triðja orsøk er, at næmingarnir vilja hava karakterir fyri at vita, hvar teir flóta, sum tikið verður til.
Men tað er púra óneyðugt at brúka ein karakter at fortelja einum næmingi, hvar hann flýtur. Karakterurin sigur næstan einki. Her er tað aftur letin, sum spøkir. Tað er lættari at skriva eitt tal, enn at seta seg inn í, hvar næmingurin er í læringstilgongdini.
Góðir næmingar vilja hava karakterir, tí teir eru vanir við hetta frá framhaldsdeildini, og hava brúk fyri viðurkenning. Hetta er ikki sunt, tí henda viðurkenning frá øðrum er treytað av, at ein er betri enn onnur. Tað hevur nógv størri týdning, at ein viðurkennir seg sjálvan, sum ein er.
Karakterir geva ikki næmingum djúpt innlit, men fáa teir heldur at læra at endurgeva úr læru¬bókum. Karakterir eggja ikki til kritiska hugsan. Heldur ikki stimbra karakterir til størri áhuga fyri faki¬num, og teir fremja ikki samstarv, men kapping. Saman við standardiseraðum førleika¬málum forða karakterir fyri kreativari hugsan.
Karakterir á miðnámi, serliga próvtøkur, mangla validitet og reliabilitet, tí vit leggja størri dent á, at næmingar hava ávísa atferð, enn at teir fáa veruliga fatan. Hetta er ikki komið við 7-trinstiganum, men hann hevur ikki gjørt tað betri, tí nú stendur beinleiðis, at tað ræður um ikki at gera mistøk. Í læringini kann tað vera gott at gera feilir og brølarar, sum ein kann læra av. Ein fyrrverandi næmingur sigur soleiðis:
Eg fekk 11 í hesum fakinum, men eg skilti ikki tað, sum eg gjørdi. Eg lærdi meg bara at svara soleiðis, sum lærarin lærdi okkum, at vit skuldu gera til próvtøkuna.
Og hetta er ikki eindømi. Næmingar læra ikki beinleiðis – teir læra seg at fáa góðar karakterir – og skúlin dumpar.
Fólk, ið eru øðrvísi, og ikki passa inn í tann standard¬iseraða skúlan, fáa vánalig met, hóast tey hava stórt potentiali. Men ikki øll lata seg ikki tøla av vánaligum metum. Nógv dømi eru um fólk, sum fingu vánalig met í skúlanum, men seinni gjørdu seg galdandi. John B. Gurdon (f. 1933) er ein av teimum. Tá ið hann gekk á Eton Boarding School, skrivaði lærarin í Science eitt ummæli um hann (1949), sum var so vánaligt, at hann bleiv flokkaður niðast ímillum teir vánaligastu næmingarnar í sínum árgangi, og at hann slapp ikki at hava nakað náttúruvísindaligt fak tey næstu árini á skúlanum. Kortini eydnaðist honum at sleppa inn á University of Oxford, og í 2012 fekk hann Nobel-prísin í fysiologi/medisini.
Men onnur, sum fáa vánalig met, halda, at so eru tey einki verd, og so loysir seg ikki at royna at blíva betri. Fyri tey, sum fáa góðar karakterir, er tað kanska gott. Men fyri tey, sum fáa vánaligar karakterir, og tí missa trúnna á egin evni, eru karakterirnir ein vanlukka. Og samfelagið missir nógv, tí menniskja¬lig evni og tilfeingi ikki verða gagnnýtt.
Spurningurin, um vit skulu hava ein karakterstiga ella annan, fyllir nógv. Men tað hevur ikki týdning, um ein karakterstigi hevur 5 ella 10 trin. Tað hevur týdning, at vit eru greið um, hvussu karakterir skaða og forða fyri læring, og hvussu teir oyðileggja lívið hjá evnaríkum næmingum, sum onkursvegna ikki passa inn í skúlaskipanina.