Hví halda vit ymsu páskadagarnar?

Stilla vika byrjar pálmasunnudag og 2. páskadagur er seinasti dagur á páskum. Men hvat er tað vit hátíðarhalda og minnast ymsu dagarnar í Dymbildagavikuni?

Pálmasunnudagur markerar byrjanina av páskunum. Jesus varð salvaður og kundi tá ganga undir navnið Messias, sum merkir »tann salvaði«. Seinni um dagin reið hann inn í Jerusalem og varð av fólkinum fagnaður sum kongur, meðan tey veittraðu við pálmagreinum. Tískil navnið pálmasunnudagur.


Skertisdagur ella skírisdagur er hósdagurin eftir pálmasunnudag. Henda dagin hevði Jesus seinastu kvøldmáltíðina saman við lærusveinunum, byrjaði breyðbrótingina/altargongdina, og hann vaskaði teimum um føturnar. Her gav hann teimum eitt nýtt boð, sum var »elski hvønannan«. Um kvøldið vóru teir í Getsemane, og


Langi fríggjadagur er dagurin, tá Jesus varð tikin til fanga og dømdur til deyða. Tað er henda dagin, at hann bar krossin eftir Via Dolorosa og varð krossfestur millum tveir ránsmenn. Hetta er ein myrkur og sorgarfullur dagur, og í gomlum døgum var einki havt til undirhald langa fríggjadag, eins og tey ikki ótu góðan mat.


Páskadagur er sunnudagurin eftir langa fríggjadag. Tað var henda dagin, at Jesus reis upp eftir at hava verið deyður síðani langa fríggjdag. Tá kvinnurnar komu á grøvina tíðliga um morgunin var grøvin tóm.


Annar páskadagur er heilidagur, men kvøldið er gamalt dansikvøld. Dansað var ikki í føstu, men eftir kl 18 annað páskakvøld varð aftur loyvt at dansa.