Aftaná at vera hótt við revolvara, ringir unga kvinnan til løgregluna.
Løgreglan velur at tráspyrja um eyðkenni á brotsmanni, heldur enn at koma kvinnuni til hjálpar. Hvørki varð seinni fylgt upp uppá málið vegna kvinnuna, ikki heldur kunnað um avleiðingar fyri mannin.
Ungir dreingir kenna seg forfylgdar í býí og býarlívi, heldur enn eggjaðar til betri lívsstíl í umsorgan og vælvild.
Børn verða tikin úr skúlagarði, fyri eygunum á øðrum børnum, í sambandi við barnaverndarmál og familjuskifti.
Eg kundi hildið áfram at greitt frá søgum frá børnum og ungum, sum undrast yvir skipanir og sum kenna seg vónsvikin og slept upp á fjall, heldur enn hjálpt og loftað.
Eru vit ov klossut og eru skipanir, sum í grundini skulu hjálpa og verja, atlitarleysar og meira niðurbrótandi enn uppbyggjandi hjá børnum og ungum?
Sum forkvinna í Trivnaðarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu, rópi eg varskó.
Ov nógv børn og ung hava ilt í sálini!
Eitt afturvendandi mynstur tykist vera samskiftistrupulleikar millum børn og foreldur í uppvøkstri, í fleiri førum orsakað av hjúnarskilnaði.
Ja, eg veit, at eg eri bersøgin, men onkur má tosa við stórum bókstavum, tí býarmyndin í løtuni er ikki í lagi og tykist vera ein fylgja av máttloysi hjá ungum fólki.
Og vit vaksnu mugu taka okkum um reiggj, kenna egnar avmarkingar og søkja hjálp tá neyðugt.
Tíðin er eisini búgvin til endurskoðan og eftirmetingin av almennum sosialpolitikki og samskifti millum land og kommunu, og millum stovnar, - soleiðis at fyriskipanir tæna endamálinum sum hjálp og trygdarnet, tá ungu missa fótafestið og brotasjógvar bróta.
Eins og kommuna eiga vit øll at arbeiða við hesi stóru avbjóðing, soleiðis at vit hava tað gott, mennast og trívast.
Bergun Kass,
býráðslimur og valevni hjá Framsókn