Í løtuni meta vit verandi flogvøll at vera okkara motorvegur inn á meginlandið. Vit hava fleiri túrar um dagin, ið hevur við sær, at tú kann fara tíðliga á morgni, gera tíni ørindi ella arbeiði og koma heimaftur um kvøldið.
Um vit hinvegin fara út á 2500 m. fyri at fáa nógv størri flogfør at røkja Føroyarutuna, so slepst ikki undan at okkara sokallaði »motorvegur« fær ein nógv minni og meiri negativan týdning.
Fyrst og fremst tí at túratalið fer kanska niður í helvt ella meira, tí vit skulu ikki billa okkum inn, at hesi nýggju flogfør - har kanska eitt av teimum kostar líka nógv sum øll Atlantic flogførini tilsamans, fara at flúgva hálvfermd. Harnæst er als einki í øllum tosinum um at útflyta stórar nøgdir av fiskavørum, tí sjálvt tá ið bæði Maersk-air og Atlantic flugu og tað var pláss fyri fleir tonsum um dagin, so var áhugin at flyta út fisk lítil og eingin.
Tí kann ein spyrja seg sjálvan, um tað ikki er mjørkatos, tá vit tosa um ein altjóða flogvøll, vit hava jú ein altjóða flogvøll sum er og tá ið »flogvallarserfrøðingar« við Poul Michelsen á odda krevja, at vit mega hava ein flogvøll í kategori 2 ella 3, so kann ein spyrja, um maðurin veit hvat krevst fyri tílíkum standardi í okkara pinkulítla oyggjalandi.
Nú tað er koyrandi frá Gásadali til Viðareiðis og við fleiri milliardum í íløgum hesum viðvíkjandi, so tykist tað løgið, at nú hava føroyingar knappliga ikki stundir, nei tað er alt ov leingi at koyra 45 min. til flogvøllin, nei, nei, nú skal tað helst niður á 25 min. Álvaratos, eru vit ikki við at seta heimsmet í grenjimentaliteti, tað næsta verður helst, at vit skulu hava einar 15-20 tyrlur at flúgva ferðafólk aftur og fram til flogfarið.