Hví eru politikarar og serfrøðingar so ósamdir í Føroyum?

Finn Jensen

Hetta er evni, sum ivaleyst hevur fingið onnur enn meg at gruna um seinastu árini. Havi ofta havt hug at lagt upp til eitt kjak hesum viðvíkjandi, og nú val stundar til er kanska rætta tíðin til tað.
Ilt er at siga, um talan er um eitt serføroyskt fyribrigdi, men tað er við at vera undantakið heldur enn reglan, at okkara fólkavaldu eru á einum máli við serfrøðingarnar her á landi, og ein kann av røttum spyrja hví so er.
Dømini eru nógv, eitt nú innan fiskivinnuna, har tað nærum altíð verður handla øvutt í mun til tað serfrøðingarnir tilráða. Eitt annað dømi er hvussu fráfarandi formaðurin í búskaparráð-num hevur verið viðfarin. Feskasta dømi er heilt greitt Suðuroyarætlanin hjá samgonguni, sum at kalla ikki fær undirtøku hjá nøkrum, sum hevur fakligt innlit í slík mál. Og sum kuriosum kann nevnast at tað fleiri ferð er komið fyri, at løgtingsmenn og landsstýrismenn sáða iva um úrskurðir hjá Løgtingsins Umboðsmanni. Hetta er sera gjarvt, og hevði neyvan verið tolt nakra aðra staðni enn í Føroyum.
Hví henda støðan er uppstaðin sum dagligdagskostur í Føroyum, kann eftir mínum tykki bert hava tvinnar orsøkir. 1) Talan kann vera um at fólksins útvaldu royna at tekkjast veljaranum, ella 2) okkara politikarar eru ikki nóg dugnaligir.
Viðvíkjandi tí fyrra, er ikki nógv at gera við, annað enn at veljarin má verða vitugur um hesar lótir, tá hann setir sítt álit á politikaran.
Hinvegin, vita vit, at innan fótbólt, og annan ítrótt fyri tann skuld, finnst kanska eitt talent fyri hvørjar 10.000 íbúgvar. Hetta er ivaleyst eisini galdandi í politikki, og tað merkir allarhelst at vit hava undir 5 evnaríkar politikkarar í Føroyum.
Hesin trupulleiki er ikki hin sami í øðrum londum, av tí at tey eru so nógv fólkaríkari enn vit, og tí er trupulleikin heldur ikki so eyðsýndur sum her heima hjá okkum.
Ein gongd leið at bøtt um støðu politikarana í Føroyum kundi verið, at sett eina serliga útbúgving fyri politikarar á stovn, sum kundi snúð seg um løgfrøði, búskaparfrøði og samfelagsfrøði. Kravið kundi til dømis verið at ein og hvør sum kom inn á ting, skuldu tikið hesa útbúgving fyrsta árið viðkomandi sat á tingi.
Eg eri vísur í, at hetta hevði bøtt um støði á politiska víðvøllinum munandi í framtíðini.