Hví eru føroyingar so óðir?

Hevur tað við árs­tíðina og myrkrið at gera ella er tað veðursjúka ella jólini, sum eru orsøkir til, at føroyingar ella rættari fleiri, sum hava verið frammi í fjølmiðlunum, hava verið so óð í vetur, spyr Mein­hard Jensen studentaskúlalærari, sum hevur útbúgv­ing í eingilskum máli og bókmentum

Meinhard Jensen


Skrellimenninir vóru pottaðir aftan á jól. Útiløgukettlingar og gulur mjørki amaðust uppi í skrellispannini. Nú eru teir komnir uppundan. Og tað eru fjølmiðlarnir eisini, sum hava verið fullir skrelliposar av føroyskari vreiði alla ta myrku tíðina.
Tað eru jólasálmar um jólafrið, men Messias hjá Hendel, sum eisini er jólasangur, hevur orðini um heidningarnar, sum froysa. Um fólkasløgini, sum hava fáfongt í huga. Hví froysa fólkasløg? Hví eru føroyingar so óðir á jólum?
We are not angry  we are enraged, segði ein, tá hann sá órættin í USA í 60unum. Dylan Thomas segði um deyðan: Rage, rage, against the dying of the light. Her er fáfongdin størri enn øðin, tí øðin bítur ikki á skýmingina. Hon er hvørki skjøldur ella ljós, men fær uggað ein bangnan og móðan mann. Tann, sum sær órætt og deyða, er óður, men tað er tann eisini, sum hevur ilt í búkinum ella hevur fingið ringar jólagávur. Hesi koma lættliga í bland. Øði fæst í fleiri litum og støddum. Hvat er hvat er ein fløkja. Men føroyingar hava verið óðari hendan veturin enn annars (eftir fjølmiðlunum at døma, men tað er ikki vist, at teir hava nakað við veruleikan at gera).
Føroyskt hevur, sum enskt, fleiri orð fyri tað, sum hendir, tá fólk tendra, og sinnalagið, sum býr undir. Øðin verður til í sambandinum millum umstøðurnar og persónin, og virðið í øðini verður mált eftir, hvussu rættvíst og rættvorðið tað er. Øðin er eisini til í mun til grundhuglagið hjá tí, sum tendrar. Vit hava orð sum øði, vreiði, sinnismunur, illsinni osfr. Vit minnast fólk, sum mistu tolið, og onnur, sum onki tol høvdu. Tað er best, at øll gloyma tað, tá onkur er tendraður, og soleiðis gongst oftast. Summi fóru í søguna og grøvina sum illsinnavætti. Hjá teimum slætnaði illsinnisrukkan sjálvt ikki í svøvni. Heldur ikki tá veðrið var gott sum í dag, og teir vóru blíðir, og konan hevði tað gott. Tá vit siga, at tað skal onki til, so er tað tað, sum tað merkir. Tað skal onki til, tí øðin er har, sum ein ævigur eldur. Hjá øðrum er tað eitt pund av krúti.
Eitt øðisherðindi, sum ikki var eitt illsinnisríð  sum tó fór í søguna, sjálvt um tann óði bar og ber orð fyri at vera góður í sær  var tá Jesus fór inn í templið og helt tað ikki vera í lagi, at fólk fingust við handil har. Sunn øði rennur úr glaðum sinni. Tað er eisini konstruktivari enn illsinni og veðurtreytaður sinnismunur. Tunglyndi og svongd gera fólk ill í sær, og tað er væl loyvt at vera illa hýrdur tá. Tað er eisini væl skilligt, at tað knepar í andligu sodningarskipanini á jólum. Maður hevur ilt í búkinum og fær ikki sovið. Tað er fólk í húsinum, og hann fær ikki lisið. Hann vil sleppa til arbeiðis, men sleppur ikki, og drekkur kanska meir, enn hann ætlaði. Konan er snedig og børnini halda gang. Alt er eitt sindur av lagi, og tað er eingin orsøk at vera glaður fyrstu tímarnar á degnum. Onkur hevur fingið vánalig ummæli. Jólini hava verið keðilig. Lesarabrøvini í bløðunum hava ikki verið serliga góð. Hann hevur róð út á internetinum í staðin fyri at fara í bátin og fáa sær fríska luft, og hann hevur roynt at latið karamellurnar fingið frið, men hevur mist tolið og tímir ikki ikki at eta, tí tað er so ræðuliga myrkt og keðiligt. Alt er sjónvarp og vánaligar útsølur og keðiligur jólatónleikur og rotnar hugleiðingar um jólasiðir. Jól er rotnasta tíðin á árinum, men tað ber so illa til at vera ísakaldur fyri hugnanum heima við hús, tí so oyðileggja vit alt fyri børnini og familjuna. Luftin og loftið og bøurin og vegirnir og fjøllini og alt tað, sum vit kalla úti, er vorðið tað, sum vit kalla myrkt, og tað er píniligt at royna at banna myrkrinum við yrkingum, tí eitt, tvey, trý, so er aftur sólin slongd á okkara leiðir. (Tosar hann um seg sjálvan?) Morgun og dagur eru myrkari enn kvøld og nátt, og sjálvt um tað ikki er illveður ella kalt og hált altíð, so er tað so mikið ofta bæði ilt og kalt og hált aftur at myrkrinum, at eingin tímir út á jólum og áðrenn jól og aftan á jól.
Ella tað er eitt sindur av sálarófriði og mammulongsli. Og tað er heldur ikki skomm. Okkurt skal tað vera, sum fær ilt í føroyingar.
Ein góður filmur er 12 Angry Men við Henry Fonda. Eitt nevningating skal døma ein drong sekan ella ikki. Teir ganga í tveimum, líka sum í Føroyum: jasíðan og neisíðan. Allir uttan ein siga ja, og teir tíma ikki at kjakast um tað, tí at tað er so heitt úti, og onkur skal til fótbóltsdyst, og onkur annar skal til arbeiðis. Ein er illsintur, og ongum dámar at fara skeivur. Sjálvt um teir flestu eru rímiliga sinniligir, og kjakið ber frukt, so eitur filmurin 12 óðir mans, og tað er genialt. Tí sálarliga megin, sum drívur tankarnar fram og fær menninar at taka og broyta støðu, er eisini eitt slag av øði. Ein maður er deyður, og onkur er sekur. Spurningurin er, hvør skal revsast. Altso umboða teir egna vreiði umframt at umsita vreiði Guds ella lógar.
Vreiði er, sum gleði, ein máti at vera til uppá. Ikki ein kensla, men ein grundhýrur, sum sæst nógv betur í dagligum virki enn kenslum. Í longdini má øðin temjast, tí annars fær hon ikki arbeitt. Tá Marlon Brando sum Stanley Kowalski í A Streetcar Named Desire rópar STELLA, stendur í handritinum, at hann ger tað við heaven splitting violence. Men tað er eftir handriti og undir fullkomnum tamarhaldi. Jóanes Nielsen heldur altíð fast um pennin, men tað eru jólini, sum tala, tá hann fær hysteriskt flipp av at hoyra um eina manslegu hjá Heimamissjónini. Og tá Kim Simonsen sigur, at Carl Jóhan Jensen dugir ikki at skriva. Kowalski fekk Stellu at venda við, men hesir fáa onki aftur fyri at rópa.
Nú nevndust bara tvey dømi, men lat gá. Tit vita, hvørji hini eru. Vit vita bara ikki, um tað er illsinni ella jólini ella timburmenn, ella hvat tað er, sum hevur fingið fólk at skriva og banna og melda og døma og stempla og spotta og vraka.
Vinfólk, sum gingu gjøgnum ein slummbýarpart eystanfyri á jólum, søgdu fyri mær, at føroyingar hava onki at øsa seg um uttan leti og myrkur og búkilsku, tí vit vita ikki, hvussu gott vit hava tað (aftur ein klisje rík í merking).
Men so er hósdagur aftur, og IRF menninir koma, og sólin kemur aftur, og tað verður betri aftur alt eina løtu.