FÁ2 er ein áhugabólkur fyri sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiða við krabbameinssjúklingum. Bólkurin skipar fyri evnisdøgum um ymisk viðkomandi evni, og hin 26. oktober verður ein evnisdagur um, hvussu aldur ávirkar okkum, og hví vit eldast so ymiskt.
- Innan krabbameinsøkið geva vit nú kemoterapi til nógv fólk, ið eru høgt uppi í árunum. Fyri nøkrum árum síðani var eitt aldursmark fyri, nær fólk kudu fáa kemoterapi, men soleiðis er ikki longur. Nú verður mett út frá, hvussu fólk eru fyri, fysiskt og sálarliga, og tískil eru nógv, ið fáa viðgerð langt upp í áttatiárini, sigur bólkurin.
Lagt verður aftrat, at Kaare Christensen hevur gjøt nógvar kanningar av eitt nú tvíburum - um hesir eldast eins, ella um tað eru onnur ting, ið spæla inn.
- Seinnapartin hendan dagin fara vit at tosa um, hvussu menn klára at gerast sjúkir. Hví fara menn ofta ov seint til læknan, tá okkurt álvarsamt er áfatt - ella, eru hetta bara fordómar?
FÁ2 væntar, at hetta verur ein spennndi dagur.
Kaare Christensen kemur til Føroya hóskvøldið hin 25. oktober, og undirvísingin byrjar klokkan 9 fríggjamorgunin.
Tað er Margret Mortensen, onkologiskur sjúkrarøktarfrøðingur, sum er forkvinna í FÁ2 áhugabólkinum.