TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sasho Bjartsson gjørdi við Kristfríð Tyril í beinleiðis sending á Rás2 fyrr í kvøld.
Kristfríð Tyril hevur verið við til at skipa fyri G, síðani festivalurin byrjaði afturi í 2002. Hon og onnur fólk, sum høvdu lisið uttanlands saknaðu ein slíkan festival í Føroyum, og tey valdu so at gera nakað við tað. Øll hesi árini hevur Kristfríð Tyril enn ikki upplivað G, sum ein gestur ella áhoyrari, men hevur øll árini verið ein partur av teimum, sum fyrireika G.
Í samrøðuni greiðir Kristfríð Tyril eisini frá hví festivalurin eitur "G".










