Seinastu 20 árini er eitt dráp í Føroyum, meðan túsundtals fólk eru dripin í okkara nærmasta grannalondum. Hvonn Live leitar eftir orsøkum til, at so fá dráp eru í Føroyum
Í øllum samfeløgum verða dráp framd ? men neyvan nakra staðni eru so fá dráp sum í føroyska samfelagnum.
Seinastu 20 árini er bert eitt dráp framt í Føroyum, men samstundis eru túsundtals fólk dripin í okkara nærmastu grannalondum. Eisini í teimum smáu samfeløgunum verða dráp javnan framd.
Í Danmark og í Noregi er millum 30 og 60 dráp um árið. Í Noregi eru 229 fólk dripin seinastu 6 árini, og í Danmark er talið 276 dráp.
At tølini fyri dráp í Danmark og Noregi eru nógvar ferðir størri enn tølini í Føroyum er kanska ikki so løgið, men tá ið hugt verður eftir smærri samfeløgunum rundan um okkum, sæst, at eisini har er stórur munur á Føroyum og hinum.
Seinastu 5 árini eru 3 dráp framd á Bornholm, í Norðurnoregi, Í Troms politiøkinum, eru 8 dráp framd síðani 2002, og í Grønlandi vóru 36 fólk dripini í tey fimm árini millum 2002 og 2006.
Hvonn Live, sum verður send á Rás2 í dag frá kl. 16.00 til 19.00, leitar eftir orsøkunum til, at so fá dráp verða framd í Føroyum.