Hví bleiv fólksins sangskattur grivin niður á Ólavsøku í ár?

    

"Í góðum veðri hann dyrgdi!", "Sildavalsurin", "Per fór til Havnar", "So vakrar moyggjar", "Lívligt er í bønum í dag", "Meg minnist úr gomlum søgum", "Aldan", "Kalli Katt", "Førum fram", "Kaga upp í himmalin", "Morgun", "Føroyar tá sólin", "Føroyingar", "Eg oyggjar veit", "Í nátt eg droymdi", "Mítt føðiland", "Land Mítt" og aðrir sangir, ið flestum føroyingum dámar blivu als ikki sungnir á Ólavsøku í ár. Hví bleiv fólksins sangskattur grivin niður á Ólavsøku í ár? Krevur góður felagssangur ikki sangir, sum flest øll kenna? Mong spyrja, kanska kemur rætti viðkomandi við einum svari?